Kommunusamanlegging við Skálafjørðin

Nú hoyrdist so aftur nýtt um ætlaðu samanleggingina millum Skála og Runavíkar Kommunu.

 

Bill Justinussen

?????????????????????????????



Nú hoyrdist so aftur nýtt um ætlaðu samanleggingina millum Skála og Runavíkar Kommunu. Síðani málið fyrstu ferð varð almannakunnugt mitt í summar hevur verið gravartøgn, hóast ætlanin er at fáa borgararnar í kommununum báðum at atkvøða um spurningin.


Tíð til alment kjak

Sum áður greitt frá haldi eg framvegis, at styrkin í fólkaræðinum er tíð til alment kjak um allar viðkomandi spurningar og opið samskifti millum tey fólkavaldu og borgaran. Verður hetta ikki virt, er vandi fyri, at fleiri viðurskifti, sum politikkararnir ikki gjøgnumskoða, ikki koma fram í ljósmála, fyrrenn alt er avgjørt. Tað undrar meg stórliga, at bert tann eini kommunustýrislimurin (so vítt, sum eg havi verið varugur við) hevur tikið málið upp í bløðunum. Er so lítið at siga um hetta málið, at fá hava eina meining, so er ivasamt, um nøkur nytta er í samanleggingini. Og enn meiri undrist eg á, at ikki eitt orð varð grett um hetta týðandi mál, tá fólk fyri knøppum ári síðani bjóðaðu seg fram sum valevni til kommunuvalið.


Grundgevingarnar

Grundgevingarnar fyri samanleggingini kenna vit framvegis ikki, hóast okkurt hevur verið at hoyrt um samanlegging av funktiónum og harvið bíligari rakstur. Samarbeiði er eitt takksamt orð, og undir tí heitinum er so mangt farið av bakkastokki. Men ikki eru fylgjurnar altíð so ljósareyðar. Sum dømi um samarbeiði millum bygdir í einari kommunu kunnu vit taka skúlaverkið í Runavíkar kommunu. Tað er eindømi í landinum, at 4 skúlar eru í einari kommunu við fólkatali undir 3.000. Men hetta er veruleikin í okkara kommunu, og er orsøkin uttan iva lokalpolitikkur innanfyri kommunumark. Avleiðingarnar av hesi skipan eru nógvar. Hvønn morgun fara børn úr Lamba, av Glyvrum, úr Saltangará og úr Runavík við bussi til Søldarfjarðar og Rituvíkar, samstundis sum børn úr Rituvík og Søldarfirði fara við bussi til Glyvrar og Runavíkar. Sostatt sleppa rituvíkingar og søldfirðingar at hava síni smáu í nærumhvørvinum tey fyrstu skúlaárini, meðan vit í miðøkinum ikki hava tann møguleikan. Kostnaðurin av at hava fýra skúlar heldur enn ein er í onkrum førum fýra ferðir hægri. Vit hava t.d. 4 fimleikahallir heldur enn eina, sum hvør í sínum lagi krevur viðlíkahald, útgerð og umsiting. Í hesum føri dupultfunktiónir, sum í kommunusamanleggingarhøpi áttu at horvið. Tá so Skála skúli er komin afturat, hava vit 5 skúlar og 5 hallir, kanska 6. Okkara kommuna er í ávísan mun fongd við hendan lokalpolitikkin, tað eru tey 6 valstøðini eitt gott dømi um. Hetta vísir, at hóast vit hoyra til somu kommunu, er niðurlegging av dupultfunktiónum ikki so sjálvsøgd.

Sum eitt kuriosum kann tað hugsast, at hesin lokalpolitikkurin við m.a. dýrum skúlabygnaði er ein av orsøkunum til, at vit sum ein tann størsta kommunan í landinum ikki hava ráð til eina svimjihøll, sum ikki færri enn 6 aðrar kommunur í Eysturoynni hava. (So hví ikki heldur leggja saman við eini kommunu, sum eigur ein svimjihyl.)


Samarbeiði fyrst, síðani samanlegging

Tað ber væl til at samstarva um øll hugsandi mál, uttan at leggja saman. Tí mæli eg framvegis til, at eitt miðvíst samarbeiði fyrst verður skipað fyri síðani at taka støðu til samanlegging. Tá hava vit royndir og betri grundarlag at taka støðu á. Hetta samarbeiði eigur eisini at roynast við granna-kommunurnar við tí sama fyri eyga, tí tann besta loysnin var, at allar kommunurnar við Skálafjørðin vóru við í fyrireikingunum.