Nú kommunurnar hava latið sín roknskap inn til Fíggjarmálaráðið vísir ein samanteljing, at samlaða kommunuskuldin er minkað úr 544 milliónum við ársbyrjan 2011 niður í 513 milliónir krónur við árslok.
Smæstu kommunurnar eru tó vorðnar munandi meira skuldarbundnar enn undanfarin ár, og er nettoognin hjá kommununum við undir 450 íbúgvum 799.000 krónur við ársenda í mun til 6,96 milliónir krónur við ársbyrjan. Orsøkin til stóra vøksturin í nettoskuldini hjá minstu kommununum er serliga, at fleiri av minstu kommununum í syðru helvt av Suðuroy hava verið við í byggingini av ellisheiminum í Vági, og at Hvannasunds kommuna hevur bygt barnagarð.
Vestmanna, Sands, Skopunar og Vágs kommunur skylda framvegis oman fyri álíkningina, og hartil fer Vága kommuna eisini upp um álíkningina í skuld í ár.
Hjá teimum mest skuldarbundnu kommununum er roknskaparúrslitið í 2011 hetta:
Sands kommuna: yvirskot á 2,5 mió. kr.
o nøktandi úrslit, men enn ov stóra skuld
Vestmanna kommuna: yvirskot á 644 tús. kr.
o Fíggjarliga úrslitið er vegna ellisheimsbygging, ið tó er heimilað í løgtingslóg.
Skopunar kommuna: yvirskot á 2 mió. kr.
o Nøktandi fíggjarligt úrslit sæð í mun til álvarsamu skuldarstøðuna
o Landsins greitt mest skuldarbundna kommuna, við nettoskuld á 41 tús.kr. per borgara.
Vágs kommuna: Undirskot á 10,3 mió. kr.
O Úrslitið er vegna ellisheimsbygging, ið tó er heimilað í lóg, umframt bókaðar løguútreiðslur til barnagarð
o Landsins næstmest skuldarbundna kommuna Vága kommuna, sum fer upp um álíkningina í nettoskuld í 2012, hevði í 2011 undirskot á 19,2 milliónir krónur. Tað undirskotið var vegna løguútreiðslur til barnagarð, fótbóltsvallir, skúla og byggibúning, sigur Fíggjarmálaráðið.