Kommunuskúlin skal vera mentanarhús

Nú verða undirskriftir savnaðar við tí endamáli at heita á býráðið um at gera kommunuskúlan til mentanarhús

Gamli Kommunuskúlin í Havn skal vera mentanarhús.

Tað heldur Sóley Danielsen, sum lesur leiklist í London.

Hon hevur nú tikið stig til at fáa listafólk at skriva undir eina áheitan á Tórshavnar Býráð um at gera Kommunuskúlan til eitt mentanarhús.

 

- Visjónin er, at fáa eitt skapandi og livandi umhvørvi í kommunuskúlanum, har hurðin er opin hvønn dag, og har allar listagreinar eru vælkomnar, skrivar hon.

 

- Møguleiki skal verða til at leiga sær venjingarrúm/arbeiðsrúm fyri ein bíligan prís, og at kunna nýta tey størru rúmini til konsertir, sjónleikir, gallarí, framsýningar, skeið og alt. sum hugflogið kann fevna um.

 

- Øll skulu kunna bíleggja sær tíð í hesum hølum, til sítt listarliga virksemi, og á tann hátt, at ríka um mentanarlívið í Føroyum.

 

Les meiri um innsavningina av undirskriftum við at trýsta HER

 

Hon vísir á, at enn hevur Tórshavnar kommuna ikki tikið støðu til, hvat bygningurin skal brúkast til - ella um hann skal rívast niður.

 

Endamálið við at savna inn undirskriftir, er at staðfesta, at tørvur er á einum húsi við hølum til venjing, hølum til at skapa list og hølum  til  at framføra og vísa list fram.