Jógvan Krosslá
Borgarstjóri
Góðu Vágbingar, nú stundar aftur til kommunuval, og eru vit nógv valevnir, sum bjóða okkum fram til at stýra kommununi komandi 4 árini, ivaleyst vilja øll gera sítt til at tað skal gangast sum best í kommununi, soleiðis at fólk kunnu trívast her á staðnum. Borgarin ynskir sjálvsagt at tað hendir nakað í kommununi og at arbeiði verður til flest allar hendur, hvat kann so ein kommuna gera við tað. Ein kommuna, sum ynskir lív og trivna, eigur at skapa karmar fyri: vinnulív, barnaansing, eldrarøkt, ítrótt, skúlum, eins og fyri sosialum- og mentunnar tiltøkum annars.
Vágs kommuna roynir eftir førimuni at liva upp til hesar treytir, vónandi kemur tað at síggjast aftur.
Eg vil ynskja vágbingum eitt gott kommunuval, tann 09. november 2004.