Frits Johannesen
Tað rýkur um hamrar og gjáir, og hann tekur leyst á firðum og vágum. Kommunuvalevnini standa á ytstu upsum í hesum guvuroki og bjóða seg fram at verja demokratiið á einum sjálvtøkuborði, har verðarnir eru nógvir og litríkir.
Summi gera borgaralista, onnur finnast saman í politiskum átrúnaði og kvinnurnar standa á egnum ódnum og ætla at reka í sínum lag. Kommunala valfjallskipanin er nú sett, og nú er bert eftir at reka.
Sigast kann, at orðingarnar eru ymsar og fjøltáttaðar. Til dømis lovprísar Sigurð Simonsen borgarstjóri í Fuglafirðir hesa søguligu uppstilling, sum nú er farin fram í bygd okkara, sum hann kallar fyri ein borgaralista. Valevnini á hesum lista eru verkamannaleiðarar og vanlig fólk. Sigurð er fólkafloksmaður og hini velja t. d. javnaðin, tjóðveldið og sambandið, tá ið um løgtingsvalið ræður. Einki ilt um tað. Møguliga verður gongdin tann, at tað ikki verður stillað upp politiskt í komandi tíðum, men at fólk finna saman og vilja bygdasamfeløgunum tað besta uttan partapolitiska gongd. Um tað er betri, lati eg liggja.
Nú fara so fakfelagsbossarnir á staðnum í song við einum borgarligum veingi og øðrum. Um tey skulu brúka fyribyrgjandi ella lata standa til, veit eg ikki, men okkurt kundi komið burturúr.Kanska fara tey bert at lyggja undir dýnuni og lúra við eini lummalykt og lýsa hvørt upp á annað. Tað er so stuttligt.
Palles Athene var dóttir Zeus. Hon kom ein dag brestandi úr pannuni á Zeus væl brynjað ? hon var til dystin fús. Perseus fór til heimsins enda og høgdi høvdið av Medusa. Hetta varð sett í barmin á Palles Athene og Guð náði tann, ið hugdi upp í andlitið á Medusa, hann bleiv til stein- steinrunnin
Nú fáa vit at síggja, hvat spyrt burturúr ? um hetta verður ein turgeld seingjarlega, ella tað fer at bresta fyri nev á pannunum hjá hesum fólkum, og ein nýggj politisk guðinna fer at spjálka sær í okkara lítla samfelag í hesi øld. Eg gevi Sigurði rætt, at hetta er ein søgulig hending. Úrslitið kann blíva tað, at tann nýggja politiska guðinnan fer at hava eitt borgarligt medusahøvd í barmi sínum, ella ein hermafroditt ( tvíkynjing), ein bronding, ella bara eitt reindyrkað verkamannamedusuhøvd í bringuni. Her skal ikki takast dagar ímillum, hvat er best, tað kunnu fólk meta um sjálvi.
Tað er á øðrum sinni, at ein kvinnulisti er til valið í Fuglafirði. Hetta haldi eg vera framúr gott. Kvinnan hevur størri intuitiva hugsan enn maðurin. T. d. í okkara lítla samfelag sita kvinnurnar og fáa frítiárfeløgini at standa á lunni. Hetta er teimum til mikla tign og øllum øðrum at gagni. Tær hava bert og bert tað fyri eygað, at eitt gott úrslit skal koma burtur úr feløgunum. Ikki tráa tær við mekt og mæti at lunnbótin skal verða teimum eitt medusahøvd, sum øll skulu drýpa høvur fyri. Nei, æran er fagrasta træ í skógini, og ærukær er kvinnan, tí ger hon hetta at lata av høvdinum, so tað gagnast øllum. Tað hevði ikki verið sum verst, um tvær, tríggjar kvinnur komu í tað kommunala nestið og bóru sína hugsan fram. Tá ið báturin varð drigin av lunni og farið varð út í fjørðin, vóru kvinnurnar við og fingu sín part. Tær høvdu eisini givið ráðnum fjøltáttaðan intutivan ræktsur, so vit fingu eina øðrvísi gongd á tí politisku rákaleiðini. Hetta er eitt evni, sum kundi verið vert at nomið við undir øðrum rensli. Lat hetta liggja.
Haldi at okkara lítla samfelga er eitt livandi samfelag. Tað sæst, hvussu væl fólk duga at føra seg fram í orð og tal og skrift, nú kommunala valið stendur fyri durum. Litrík eru upp-rópini, ið detta inn um gáttina, greið og myndirnar av persónunum, bera ikki brá av medusafjesum, men heldur av einglaandlitsbrøgdum, sum boða frá trúvirði, opinleika og gjøgnumskygni. Her eru umleið fimmti andlit at velja ímillum. Millum valevnini eru t. d. í tveimum førum feðgar á hvør sínum lista. Hvussu valt verður í hesum heimum, er ilt at siga. Kanska býta tey javnt á stokkinum, og hvør fær sína atkvøðu tillutaða kristiliga. Hugsi ikki at ósemja stends av hesi orrustu. Bretar plaga at siga: Charity begins at home ... og her eigur demo-kratiið eisini fáa sínar skølingar upp á beinini.
Gott val!