Kommunuvalið 21. november

Eitt valskeið er farið, eitt árhundraðtal er farið, ístaðin fyri at skriva 19, so skriva vit nú 20, tá ið vit byrja árstalið í einari øld frá 00 til 99.

Jógvan Krosslá

býráðsformaður í Vági



Veljast skal sambært lóg, fólk stýra kommununi tey komandi 4 árini og hetta valið verður í ár 21. november.

Ofta verður settur fram ein ynskilisti yvir hvat skal gerast í teimum komandi 4 árunum, men tað verður sjálvsagt altíð ein avmarking fyri, hvussu nógv kann gerast hvørt skeiðið sær, ella hvørt árið sær. Tað kemur sjálvsagt ann uppá hvørjar inntøkur kommunan hevur.

Fyrst skulu gjaldast rentur og avdráttir av lánum, sum sjálvsagt er neyðugt, og síðan tað lógarskyldugar rakstrarútreiðslur, harafturat kemur so annar rakstur, sum er neyðugur, tá fyrst kann hyggjast at, um møguligar íløgur kunnu fremjast, sum sjálvsagt nógv ynskir eru frammi um. Men tað er ikki so lætt. Kommunan hevur stóra skuld at dragast við og verður tað sjálvsagt sett ovarlaga á listan at fáa skuldina niðurgoldna. Tó verður roynt at bera so í bandi, at ikki alt skal steðga upp.

Íløgurnar verða soleiðis ikki so nógvar, tí tær skulu gjaldast tá ið tær verða framdar.

Við teirri gongdini, sum hevur verið og sum vónandi kemur at halda fram, so kunnu vit siga, at okkara skuld minkar rættuliga skjótt.

Val er fyri hond, fólk fara at velja kvinnur og menn at stýra Vágs kommunu tey komandi fýra árini.

Vil loyva mær at siga takk til allar okkara býráðslimir fyri hesi skjótt farnu 4 árini, sum hóast ikki altíð samd tó hava staðið saman um okkara heimbý, soleiðis at mett verður at vit eru á rættari kós, vit fáa skuldina niður, vit royna at gera íløgur eftir førimuni og royna annars at fáa trivnað her á staðnum við teimum møguleikum, sum vit nú einaferð hava.

Uppskotið til fíggjarætlan fyri árið 2001 peikar á, at ætlanin er at halda fram við førda politikkinum tey seinnu árini.

Hvat gjørt er, ja, tað síggja fólk best sjálv, eisini tað sum ikki er gjørt.

Eg fari at ynskja øllum vágbingum eitt gott kommunuval tann 21. nov. 2000.