U18 hondbóltslandsliðið hjá dreingjum komið í finaluna í Sportmaster Cup í Ribe.
Semifinalan varð leikt klokkan 11.45 danska tíð móti Ribe/Esbjerg, sum er eitt samansett lið úr økinum, har kappingin fer fram. Og væl gekst, tí U18 dreingjalandsliðið vann ein tryggan 20-14 sigur. Í hesum dysti gekst tað serliga væl hjá Høgna Klein Olsen, sum skeyt ikki færri enn 9 mál.
Finalan verður móti Fredericia seinnapartin kl. 17.15 danska tíð, skrivar Hondbóltssambandið.