Seinni í ár kemur Kona frá Hyundai til Evropa. Tað er tó ikki soleiðis, at Hyundai nú fer at selja koreanskar konur, men talan er um ein heilt nýggjan bil, sum eitur Hyundai Kona.
Bilurin hevur navnið eftir býnum Kona á vestursíðuni á Hawaii. Býurin eitur Kailua-Kona, men verður í dagligari talu nevndur Kona.
Hyundai Kona fæst við tveimum turbo-bensinmotorum, annar er ein 1,0 og hin ein 1,6, sum hevur 175 hk. Seinni kemur eisini ein 1,6 diesel. Bilurin verður drivin av forhjólunum men fæst eisini sum 4x4. Eftir ætlan kemur Kona sum elbilur einaferð í 2018. Kona kemur á evropeiska marknaðin í august.
Les meira um bilar á www.in.fo/bilar/