Konan fann Gary Speed

Løgreglan í Cheshire upplýsir, at tað var konan, Louise, sum fann venjaran hjá Wales, Gary Speed, eftir at hesin hevði hongt seg.

 

Fótbóltsongland er í sorg eftir at virdi Wales-venjarin, Gary Speed, varð funnin í bilskúrinum sunnumorgunin.

 

Tað var konan, Louise, sum fann mann sín, og hon ringdi beinanvegin til neyðtelefonina.

 

Hon fekk hjálp frá sjúkrabilstænastuni, hvat hon skuldi gera, segði politiinspektørur, Peter Lawless til miðlarnar í sambandi við líkskurðin.

 

Hann legði dent á, at einki illgrunavert er funnið í sambandi við deyðsfallið. Alt bendir á, at 42 ára gamli Speed tók sítt egna lív, men enn er einki, sum kann benda á eina orsøk til, at væl umtókti venjarin tók lívið av sær.

 

- Tá onkur í fótbóltsheiminum fær trupulleikar, fært ú sum oftast ábendingar um, at okkurt er galið. Hetta kom púrasta úr bláum heimi, sigur Gordon Strachan, sum gjørdist enskur meistari við Gary Speed í Leeds í 1992.