Sunnumorgunin, beint eftir klokkan 11, fekk Politistøðin í Havn fráboðan um eina kvinnu sum tey hildu vera blivna burtur í haganum kring høvuðsstaðin.
Fráboðanin til politiið ljóðaði, at ein maður og kona, sum vóru komin nakað til árs, vóru farin ein túr til gongu eftir nógv vitjaðu gøtuni kring Vesturvarða (myndin) í nánd av ríðibreytini í Havn.
Maðurin ætlaði at fara av gøtuni og ganga allan vegin niðan til varðan. Hann so gjørdi, meðan konan valdi at hvíla seg hesa løtuna niðanfyri. Tá hann kom omanaftur, var konan horvin.
Hann varð, sum vera man, eitt sindur illa við av hesum, og setti seg tí í samband við løgregluna. Tey umhugsaðu eina løtu at seta hundarnar inn í leitingina, men so langt komu tey tó ikki.
Ein góðan hálvan tíma eftir fyrstu fráboðanina komu gleðiligu boðini um, at kvinnan var funnin aftur. Hon var sjálv farin til gongu, og sat við portrið og bíðaði eftir manninum.
- Onkursvegna høvdu tey umgingist hvørt annað, sigur vakthavandi á Politistøðini í morgun.