Konan og eg keypa eina uppliving saman

- Hetta hevur verið ein lærurík og eisini avbjóðandi tíð, har hetta fyrsta árið er farið til at seta seg inn í tingini, sigur borgarstjórin í Kunoyar kommunu.

- Fyri meg snúgva jólini seg um at verða saman við familjuni, har børnini eru miðdepilin, sigur borgarstjórin.

Hvar og hvussu verða jólini hildin í ár? 

 

- Jólini verða hildin í Kunoy, men tað er ikki avgjørt, um tey verða hildin við hús ella heima hjá foreldrunum.

 

Tað sigur Poul Jacob Poulsen, borgarstjóri í Kunoyar kommunu.

 

Hann vísir á, at eisini hjá honum og familjuni eru nógvar siðvenjur knýttar at jólunum, sum hjá teimum flestu - við hugna saman við familjuni.

 

- Jólaaftan verður skift millum mína familju og verfamiljuna, og 1. jóladag eru vit hjá vermóður, har øll familjan er samlað.

 

Verða jólini sum borgarstjóri ørðvísi enn annars?

 

- Nei, tað ávirkar ikki stórvegis jólini, sigur borgarstjórin, sum skjótt hevur sitið eitt ár í áitisstarvinum.

 

Hvussu hevur tú trivist í starvinum sum borgarstjóri?

 

- Hetta hevur verið ein lærurík og eisini avbjóðandi tíð, har hetta fyrsta árið er farið til at seta seg inn í tingini. Samanumtikið havi eg trivist væl, sigur hann. 

 

Keypur tú jólagávur?

 

- Konan og eg royna at keypa eina uppliving saman heldur enn gávur, og annars eri eg so heppin, at konan hjálpir mær við restini. 

 

Hvønn týdning hava jólini fyri teg?

 

- Fyri meg snúgva jólini seg um at verða saman við familjuni, har børnini eru miðdepilin, sigur Poul Jacob Poulsen, borgarstjóri í Kunoyar kommunu.

 

- Fyri meg snúgva jólini seg um at verða saman við familjuni, har børnini eru miðdepilin, sigur borgarstjórin.