Konan tók lívið av sær, tí maðurin var pedofil

Í løtuni er ein maður í rættinum í Danmark fyri at hava misnýtt nýggju smágentur. Konan hevur nú tikið lívið av sær. Hon megnaði ikki skommina, skrivar eb.dk.

70 ára gamli maðurin er ákærdur fyri at misnýta nýggju gentur í 41 ár. Har ímillum ein brekað genta, trý ára gomlu stjúkdóttrina og dóttir nábúgvan.

 

Kona hansara tók lívið av sær. Rættarmálið og ákærirnar vóru ov hørð fyri hana, siga vinfólk. Maður hennara hevur misnýtt børn síðan 1968.

 

Ákærin, Jeanette Wincentz Andersen, sigur, at talan er um eini 100 ágangir.