Sølan av atgongumerkjum til konsertina hjá Bubba Morthens, leygarkvødlið 31. januar, hevur gingið sera væl, og nú er útselt til hesa konsertina.
Tískil verður eykakonsert! Eykakonsertin verður við Bubba Morthens sunnudagin, 1 februar kl. 16.00.
Bubbi Morthens er sera vælumtóktur í Íslandi og hevur eisini verið nógv spældur í Føroyum. Bubbi hevur givið eitt ótal av fløgum og plátum síðan pláta Ísbjarnablues kom út í 1980. Á hvørjum árið síðan eru komnar út minst ein ella tvær plátur ella fløgur. Bæði sum solistur ella saman við bólkum sum hann spælt við seinastu árini. Millum bólkarnar sum Bubbi hevur verið av eru ?Bubbi & Rúnar? , ? Bubbi & MX-21? , ?Das Kapital?; ?Ego? og ?Utangarðsmenn?.
Seinasta útgávan hjá Bubba er ein DVD sum hann hevur innspælt saman við ?Reykjavíkar Stórbandið?.
Bubbi og hansara tónleikur hevur verið sera nógv at hoyrt í Føroyum. Eitt nú lagið ?Tað er gott at elska? og eisini hevur Kári P føroyska onkran av sangunum hjá Bubba Morthens, t.d. ?Tala við gluggan?, sum kom út á fløguni Hinumegin Ringvegin(1992) .
Les meira um tiltakið á www.nlh.fo