Í fjør bar rættuliga av, tá uppgóvu russar, at teir høvdu veitt 2500 tons av kongafiski.
-Men hetta passaði ikki heilt, tí vit kannaðu nógvar russiskar svartkjaftabátar, tað var serliga í apríl, mai og juni í fjør, at teir skuldu havt fingið so nógvan kongafisk, og vit funnu næstan einki umborð. Vit hava endurtikið kanningarnar í ár og úrslitið er tað sama. Russar veiða næstan ongan kongafisk, sigur Elmar Højgaard á Vaktar og Bjargingartænastuni.
-Herfyri var ein sendinevnd av russiskum eftirlitsmonnum í Føroyum og vit tóku málið upp. Teir kannaðu fiskiveiðudagbøkurnar í Russlandi og nú vísir tað seg, at kotan fyri onnur fiskasløg er komin í bland. Nógvi kongafiskurin hjá russisku svartkjaftaskipunum er ikki kongafiskur, men gulllaksur og ansjosir. Ella eitt serligt slag av ansjosum, sum verður kallaður fyri prikkafiskur og sum finst upp í sjónum, serliga á djúpum vatni. Orsøkin til at vit ikki hava sæð hendan fisk umborð á russiski skipunum er, at hann verður ikki nýttur til matna, men malin til mjøl beinanvegin, sigur Elmar Højgaard.
-Vit hava mangan hoyrt, at russararnir skulu hava veitt nógvan kongafisk, men vit kanna lastirnar hjá russum regluliga seinastu mongu árini og kongafisk av týdningi hava teir ongantíð fingið, sigur Elmar Højgaard.