Kongafiskurin dýrur í dag

Tveir partrolarar, sum seldu knappliga tíggju tons av kongafiski á Fiskamarknaðinum í dag, fingu góðan prís fyri hann. Meginparturin fór fyri 13,93 krónur í meðal, og tann minsta støddin fór fyri 11,54 krónur.

Annars var mest av svartkalva á uppboðssøluni í dag, umleið 15 tons, sum vóru frá tveimum garnaskipum, og tey fingu í meðal knappar 28,50 krónur fyri kilo.

Nakað av toski og hýsu var eisini. Hýsa II fór fyri 13,77 krónur og hýsa III fyri 12,17 krónur í meðal, og tað mesta av toskinum fór fyri millum 13 og 14 krónur.

Tilsamans seldi Fiskamarknaðurin 46 tons í dag fyri 830.000 krónur.