Umboð fyri bretska kongshúsið vitjaði í dag á Oyggjaleikunum. Edward prinsur heilsaði upp á ítróttarfólk, leiðarar og fyriskiparar
Hansara hátign Jarlurin av Wessex er yngsti sonurin hjá Elizabeth drotning og Philip prinsi, og í dag legði hann leiðina fram á Isle of Wight.
Edward prinsur vitjaði millum annað á Fairway leikvøllinum, á eini golfbreyt og í borðtennishøllini. Hann prátaði við fyriskiparar, leiðarar, ítróttarfólk og onnur.
Áðrenn vitjanina høvdu fjølmiðlarnir fingið boð um at halda frástøðu respectful distance, sum tað var kallað - frá prinsinum, men prinsurin steðgaði tó á og heilsaði uppá umboð fyri Miðlahúsið. Hann spurdi, hvaðani vit vóru, og um vit plagdu at dekka Oyggjaleikirnar.
Sigast skal tó, at prinsurin var skjótur í vendingini, og tað gjørdist einki prát um grindadráp ella fiskiskap.