Kongaskipið siglt hundrað tímar síðani maskinbrekið

Leitað verður eftir orsøkini til, at báðir motorarnir steðgaðu á veg til Føroya

90 ára gamla kongaskipið Dannebrog hevur nú siglt hundrað tímar, síðani skipið fekk álvarsligt maskinbrek á veg til Føroya fyri tveimum vikum síðani.

 

Danneborg skuldi koma til Føroya at vera partur av vitjanini hjá Margrethu drotning, men tað varð av ongum. Skipið var sleipað til Frederikshavn, har tað skuldi kannast og umvælast, eftir at báðir motornarnir steðgaðu.

 

Ritzau skrivar, at skipið hevur siglt nógv síðani maskinbrekið, og tað hevur verið gjørt fyri at kanna motorarnar og finna orsøkina til maskinbrekið. Enn er orsøkin ikki endaliga staðfest.

 

Drotningin fer umborð á Dannebrog tann 3. august og verður umborð í eina lítla viku. Tað er ikki greitt, hvar skipið verður hesa tíðina.

 

Ætlaða ferðin hjá Margrethu drotning til Grønland um mánaðarskiftið er avlýst orsakað av koronustøðuni í Grønlandi.