Tá Kong "Chr X" so aftur var á vitjan í 1926, gekk leiðin út á stásiliga sjúkrahúsbygningin, sum kongur fimm á frammanundan hevði lagt grundarsteinin til.
Myndin er av tá kongur eftir vitjanina á D.A.H. er á veg út úr hospitalsgarðinum. Óli Arge "Bil Óli", hevði fingið nýggjan persónbil tað árið, bilurin var annar persónbilurin sum varð skrásettur í Havn. Tá "Kong Chr. X" var á fyrstu vitjan síni í 1921, var ongin bilur í landinum (fyrsti bilurin kom 6. mai 1922).
Í 1926 skuldi kongur vitja so fjarskotin støð sum "Dr. Alexandrines Hospital" og "Sanatoriet", sum tá lá uppi í Hoydølum, hettar vóru støð sum lógu langt uttan fyri Havnina, og tí bleiv Óli Arge, sum tann fyrsti í landinum, biðin um at koyra kong. Á myndini sæst bilurin hjá Óla, við "Dannebrog" á kølaranum. Leiðin gongur av D.A.H. og niðan á "Sanatoriet" í Hoydølum, og síðani gekk leiðin oman á Amtmansborgina. Teir fýra persónarnir sum sita í bilinum, eru: Aftast situr Dronning Alexandrine og Kong Chr. X, og framman sita, t.h. Elias Olrik, amtmaður, og við rættið, Óli Arge í klædningi, hvítari skjúrtu, masjettknappum og í svørtum leðurhandskum. Innsetta myndir vísir Óla Arge (1897-1965)
Høvuðsmyndina eigur Fornminnissavnið
Kelda: Birgar Johannessen