Kongressnevnd fær nú sjálvuppgávuna hjá Trump

Trump hevur stríðst ímóti, at nevnd skal fáa sjálvuppgávu hansara. Men tað hevur nevndin nú fingið

 

Trump er fyrsti forsetin í 40 ár, sum hevur noktað at almannakunngera skattaupplýsingarnar hjá sær. (Arkivfoto). - Foto: Rebecca Blackwell/Ritzau Scanpix

Ein nevnd í Umboðsmannatinginum hevur umsíðir fingið sjálvuppgávuna hjá fyrrverandi forsetanum Donald Trump.

Tað hendir eftir løgfrøðisligt stríð í fleiri ár millum nevndina, sum hevur demokratiska leiðslu, og fyrrverandi forsetan.

Trump leggur nevndina, The Ways and Means Committee, undir at hava politisk endamál.

Tað var ein hægstarættaravgerð, sum førdi til, at nevndin kundi fáa sjálvuppgávurnar.

– Fíggjarmálaráðið játtaði í síðstu viku eina avgerð hjá rættinnum, sigur ein talsmaður fyri ráðið í boðum í telduposti í gjár.

Nevndin hevur biðið um sjálvuppgávurnar frá 2015 til 2020.

Valdsmikla kongressnevndin tekur sær av spurningum um millum annað skattalóggávu.

Sjálvuppgávurnar skal nevndin brúka til at gera geritt, um myndugleigin IRS ger rætta roknskapargrannskoðan av viðurskiftum hjá forsetum.

Nevndin vil eisini kanna, um tørvur er nýggjari lóggávu. Limirnir fáa helst ikki drúgva tíð til at síggja sjálvuppgávurnar.

Republikanararnir fáa meirilutan í Umboðsmannatinginum í januar.

Tað er ikki greitt, hvat síðani fer at henda við sjálvuppgávunum í nevndini.

Trump er fyrsti forseti í 40 ár, sum hevur noktað at almannakunngera skattaupplýsingar hjá sær.

Tað er ikki eitt lógarkraav, at ein forseti skal gera tað. Men avvísingin hjá Turmp hevur sett spurningin, um tað er stríð millum áhugamál í embætistíð hansara.

Fyrrverandi republikanski forsetin boðaði fyri stuttum frá, at hann aftur fer at royna at gerast forseti.

Tað er triðju ferð á rað, at hann roynir at verða valdur. Fyrstu ferð – í 2016 – eydnaðist tað, meðan demokratiski Joe Biden vann á honum í 2020.

/ritzau/Reuters

 

 

Trump er fyrsti forsetin í 40 ár, sum hevur noktað at almannakunngera skattaupplýsingarnar hjá sær. (Arkivfoto). - Foto: Rebecca Blackwell/Ritzau Scanpix