Fyri sløkum 10 árum síðan heitti bygdaráðið á Strondum á teir fýra, Nicodemus Rasmussen, Jógvan Jensen, Hilmar Kass og Edmundí Garði um í felag at finna fram til, hvussu arbeitt átti at verða við at fáa skrivað eina bygdarsøgu. Hetta játtaðu teir. Seinni varð semja um, at bygdasøgan skuldi fevna um alla kommununa, og tí varð Rasmus Skorheim á Selatrað eisini valdur í nevndina. Nevndin skipaði seg við Edmundi í Garði sum formanni, og tá ið hann doyði, varð Erhard Johansen valdur í nevndina í hansara stað.
Nevndin samdist um at leggja fyri við eini ættarsøgu, tó avmarkað til kongsfestini á Strondum. Semja var um, at Nicodemus Rasmussen skuldi skriva bókina. Nevndin skuldi tó við jøvnum millumbili koma saman og lesa tilfarið ígjøgnum og gera viðmerkingar. Sjálvt um Nicodemus einsamallur stendur sum rithøvundur, so hava hinir lagt eitt munagott arbeiði í bókina.
Nicodemus Rasmussen hevur altíð havt stóran áhuga fyri bygdar- og ættarsøgu, og um 40 ára aldur fór hann at festa á blað ymsar frásagnir, hann hevði um bygdarviðurskiftini frá eldri heimildarfólkum. Men tað eru serliga skrivaðar keldur, hann hevur troytt upplýsingar úr til bygdarsøguna. Keldurnar eru jarðarbøkur og tingbøkur frá 17. øld, síðan skiftibøkur, sum taka við 1701, pantibøkur, ið taka við 1706, manntalslistarnir, tann elsti frá 1801, men serstakliga kirkjubøkurnar, sum fyri Eysturoynna røkka heilt aftur til 1687. Tann elsta fevnir um stívliga 120 ár, frá 1687 til 1808. Hon er elsta kirkjubók fyri Føroyar. Av tí at hon røkkur so langt aftur, er hon ógvuliga hent og gevur nógvar upplýsingar, og tí ber m.a. til at finna nøvn á persónum, sum hava livað í 17. øld, og við at hyggja í tær gomlu tingbøkurnar, sum Einar Joensen gav út, fæst ofta nakað at vita um hesi fólkini. Sum keldu hevur Nicodemus harafturat nýtt Løbners tabellir frá 1814. Úr teimum fæst eitt yvirlit yvir mong viðurskifti í hvørji einastu bygd í Føroyum, hvønn býling, hvørt hús, hvør stendur fyri húsinum og hvussu mong fólk eru í husinum, aldursbýti á fólki o.s.fr.
Hvussu gomul Strendur er, ber ikki til at siga, men skjalfesta søgan um Stranda bygd troytir Nicodemus so langt aftur í tíðina, sum keldurnar røkka. Og frá gamlari tíð hava tað verið fýra høvuðsbýlingar á Strondum. Innanífrá og úteftir eru teir við Sjógv, í Sevlendi, á Heyggi og í Gerðum. Fyrr í tíðini hava hesir býlingar ligið langt frá hvørjum øðrum, tó stutt ímillum teir báðar síðst nevndu. Í gomlum skjølum er tað oftast einans býlingsnavnið, sum er tilskilað. Bert í hendingaføri kemur bygdarnavnið Strendur fyri.
Keldurnar, ið nýttar eru, geva ábending um, at Strendur havur verið millum fólkaríkastu bygdirnar í Føroyum, tí tá ið ymisk trætumál eru fyri á tingi, møta ofta nógv fólk ? úr øllum býlingum ? sum vitni. Hetta sama váttar eisini manntalið í 1801.
Strendur er søgurík bygd. Mangar av sagnum okkara umrøða bygdina, og fólk og hendingar hava stundum beinleiðis og óbeinleiðis tilknýti til hennara. Høvundurin viðger m.a. sagnirnar um Marjuna Lavarsdóttur, nevnd vísa Marjun, og Trøllið við Sjógv út frá teimum søguligu keldunum, og tað er áhugaverdur lesnaður.
Í hesi bókini, sum er fyrsti partur av einum størri søguverki, eru kongsfestini á Strondum tikin til umrøðu so langt aftur, sum skrivligar keldur røkka og fram til um leið 1900 ella eitt sindur inn í hesa øldina. Sum framhald av hesum hevur Jógvan Jensen sáli skrivað um tað, sum nýggjari er, og tað er við í bókini sum uppískoyti. Aftast í bókini er prentað eitt nágreiniligt fólkanavnayvirlit, sum Anfinnur Johansen hevur gjørt. Harafturat eru í bókini stívliga 30 gamlar fotomyndir umframt matrikulkort, sum Óli Johansen hevur gjørt.
Bókin telur slakar 500 bls. og er í stívari permu, sum Árni Ziska hevur teknað. Richard Johansen og Anfinnur Johansen hava tikið sær av útgávuarbeiðinum og hava lagt bókina til rættis. Kongsfestini á Strondum fæst í bókabúðunum fyri 250 kr., men útgávudagin fæst hon fyri 200 kr. á almennu samkomuni, sum bygdaráðið skipar fyri í Bygdarhúsinum á Strondum sunnudagin kl. 15.