Kongshavn hevur landað 33.900 tons

Við endan av oktober mánaða hevði landingarmiðstøðin Kongshavn í Saltangará landað heili 5.600 tons fleiri í ár enn somu tíð í fjør. Nógv meira er landað í ár av bæði upsa og gulllaksi

Fiskivinna

33.900 tons.
Tað er nøgdin, sum fram til endan av oktober í ár varð landað á landingarmiðstøðini Kongshavn í Saltangará.
Hetta er eini 5.600 tons fleiri enn somu tíð í fjør.
Upsaveiðan var sera góð í byrjanini av hesum árinum, og tá gulllaksatíðin byrjaði í apríl og helt fram til út á heystið, royndist henda veiðan eisini av tí allar besta.
Í fjør landaði Kongshavn tilsamans 6.800 tons av gulllaksi, meðan samlaðu nøgdirnar av gulllaksi í ár vóru heili 9.400 tons.
Onnur fiskasløg taldu tilsamans 21.500 tons fram til endan av oktober í fjør, men í ár taldu hesi 24.500 tons.
Vøksturin á 5.600 tons stavar soleiðis bæði frá meira gulllaksi – umframt nøgdunum av øðrum fiskasløgum, har upsin sjálvsagt er nógv tann størsti parturin.
Upsaveiðan í heyst hevur ikki verið nakað serlig. Onkrir túrar hjá partrolarunum hava verið hampiligir, men sum heild hevur upsaveiðan verið lakari í heyst enn í fjør heyst.
Í oktober í ár landaði Kongshavn soleiðis eini 150 tons færri av upsa enn í oktober í fjør.

Góð byrjan
Taka vit hinvegin januar mánaða í fjør, var samlaða nøgdin 1.600 tons. Í januar mánaða í ár var hon sløk 3.000 tons.
Sum vit nevndu, var tað serliga byrjanini av árinum, sum var nógv betri í ár enn í fjør, og tá komið var út á summarið, síggja vit, at juli mánaði í ár og í fjør góvu umleið tað sama.