Nýstovnaða bátafelagið - Kongshavnar frítíðarsiglarar - hevur nú fingið sína heimasíðu sum sæst á www.siglarar.fo.
- Kongshavn er sum øllum kunnugt inni á Skálafjørðinum. Kongshavnar frítíðarsiglarar er eitt nýstovnað og virkið bátafelag, sum hevur til endamáls at skapa trivnað.
Felagið sigur, at í eina tíð hava nevndarlimir felagsins arbeitt við at gera eina heimasíðu, sum nú er send út í netrúmið til øll bátafólk at brúka.
- Her finnast nógvir hentir upplýsingar, eitt nú um veður, streym, viðkomandi leinkjur og ikki minst vakrar myndir.
Kongshavnar frítíðarsiglarar siga seg vóna, at fólk fara at taka eins væl ímóti heimasíðuni, sum tikið hevur verið ímóti facebooksíðuni hjá frítíðarsiglarum.