Nokk er nokk, sigur Sonja drotning um stórar veitslur. Gullbrúdleypið verður ein familjuveitsla. Tá Haraldur kongur og Sonja drotning í 2018 skulu hátíðarhaldi gullbrúdleypið, so verður tað uttan tað stjóra gildið.
Tað siga kongshjúnini í samrøðu við NRK, sum verður víst 3. jóladag. Tey siga, at tað hava verið ríkiliga nógvar veitslur og føðingardagin seinastu tíðina, og tað eru eisini aðrar pliktir komandi árið.
– Nokk er nokk, segði drotningin smílandi.
Í 2016 hátíðarhildu kongshjúnini 25. árið á trúnuni, og í ár hava bæði drotning og kongur fylt 80 ár við stórum veitslum.
NRK spurdi tey, um tey eru tilreiðar til stóru veitsluna, tá gullbrúdleypið verður komandi ár.
– So stórt, svaraði Haraldur kongur og vísti við stuttu frástøðuni millum tveir fingrar, hhvussu lítið skal gerast burturúr gullbrúdleypðinum 29. august.
Hann leggur dent á, at tað fyri hann og drotningina er eitt stórt persónligt hátíðarhald.
– Tað verður ein familjuveitsla, haldi eg. Ein norsk familjuveitlsa, segði hann, tá drotningin breyt hann av.
– Tað verður gjørt lítið burturúr, haldi eg, segði hon.
Tað hevur verið so nógv á skránni í seinastuni, og bretski krúnprinsurin og kona hansara, Kate, koma á vitjan í Noreg í februar. Seinni á vaári verður royalt brúdleyp í Onglandi, tá Harry prinsur og Meghan Markle giftast.
Og so verður danski krúnprinsurin, Fríðrikur, 50 ár 26. mai.
/ritzau/NTB