Swazilendska blaðið Times of Swaziland skrivar, at landsins kongur, Mswati III, hevur bílagt sær sjálvum eitt kanadiskt privatflogfar fyri meiri enn 300 milliónir krónur. Ein partur av pengunum eru longu goldnir.
Tað er landsins ríkiskassi, sum skal gjalda flogfarið, og útreiðslurnar eru tvær ferðir størri enn játtanin til heilsumál á ársins fíggjarlóg. Hetta hevur vakt ans, tí Swaziland er illa herjað av eyðkvæmi og er harafturat eitt av heimsins fátækastu londum. Hjálparfelagsskapir siga, at tveir triðingar av fólkinum, sum telur minni enn eina millión, liva undir fátækramarkinum, og triðja hvørt fólk er HIV-positivt.
Sambært Times of Swaziland hevur kongshúsið boðað frá, at tað er neyðugt at keypa kongi eitt flogfar, so hann kann ferðast sum aðrir ríkisleiðarar, tá hann skal av landinum. Blaðið skrivar eisini, at málið um at keypa flogfarið varð ikki lagt fyri tjóðartingið, sum heldur ikki varð kunnað um keypið.
Swaziland er millum Mozambik og Suðurafrika, og landið er eitt tað seinasta kongsveldi í Afrika.