Kongur gravast uppaftur

Norðmenn umhugsa at grava kongin Harald Harðráða uppaftur.


Nú er komið undan kavi, at leivdirnar av norska konginum Haraldi Harrráða liggja undir einari gøtu í miðbýnum í Tróndheimi, og tað hevur fingið fleiri at tala fyri at grava leivdirnar uppaftur og at flyta tær inn í Nidarosdómkirkjuna.

Haraldur Harðráði og Ólavur tann heilagi vóru hálvbrøður, og hann verður vanliga roknaður sum maðurin, ið grundlegði Oslo. Haraldur doyði í bardaga við enska kongin Harald Godwinsson við Stanford Bridge í Norðuronglandi tann 25. september í 1066. Árið eftir varð hann fluttur til Tróndheim og jarðaður í Maruikirkjuni. Umleið 100 ár seinni vórðu leivdirnar av kongi tiknar uppaftur og fluttar til kleystrið Helgeseter í Tróndheimi.

Hetta kleystrið bleiv rivið niður í 16. øld, og nú er so komið fram, at leivdirnar av kongi liggja undir gøtuni Klostergata. Men tað verður ikki hildið vera sømiligt,og tí verður kongur helst grivin uppaftur og fluttur í ta kendu Nidarosdómkirkjuna.