Kongur og drotning vitjaðu føroyingar

 Altjóða oljumessan ONS byrjaði í Stavanger í gjár, og í tí sambandi lat føroyski básurin við millum annað Atlantic Airways upp. Norski kongurin og drotningin boðaðu frá, at tey komu á stutta vitjan. Tað var Bjarni Djurholm, landsstýrismaður við vinnumálum, sum tók ímóti teimum norsku kongligu. Oljumessan er liðug fríggjadagin, og kvøldið fyri syngur Eivør Pálsdóttir fyri oljufólki.