Kongur vil fevna ríkisfelagsskapin í slogorði

– Bæði innan fyri mørkini í Danmark og í ríkisfelagsskapinum eru vit samanbundin, sigur Fríðrikur kongur

(Mynd: Bo Amstrup/Ritzau Scanpix)

Tá ið Fríðrikur X sunnudagin varð útnevndur til kong í Danmark, kunngjørdi hann sítt slagorð. Tað var »Forbudne, forpligtet, for kongeriget Danmark«

 

Í nýggju bókini "Kongeord", sum kemur út fríggjadagin, greiðir Fríðrikur kongur frá, at hann vil fevna allan ríkisfelagsskapin í slagorðinum.  

 

– Bæði innan fyri mørkini í Danmark og í ríkisfelagsskapinum eru vit samanbundin og pliktað tvørtur um munir til at vera við í at styrkja ein burðardyggan og ábyrgdarfullan felagsskap, sigur Fríðrikur kongur í bókini sambært Ritzau.

 

Hóast hann ikki nevndi »Gud« í slagorðinum, soleiðis sum flestu undanfólki hava gjørt, sigur hann, at Gud er óbeinleiðis við.

 

– Summi undrast á, at eg ikki nevni Gud í mínum kongaorðum, men fyri meg er Gud partur av at vera samanbundin. Eg ynski, at vit sum menniskju eru samanbundin – til hvønn annan, til okkara kristnu trúgv og til okkara felags søgu, sigur Fríðrikur kongur í bókini, sum er skrivað í samstarvi við rithøvundin Jens Andersen.

 

Bókin "Kongeord" er 112 síður long og kemur út fríggjadagin.

 

 

 

(Mynd: Bo Amstrup/Ritzau Scanpix)