Kongurin uttan kongaríki

Í morgun fóru ABC-flokkarnir undir realitetssamráðingar, og allir tríggir flokkarnir tykjast bjartskygdir. Tí bendir nógv á, at sigursharrin á løgtingsvalinum leygarkvøldið, Høgni Hoydal, verður standandi úti í politiska kuldanum komandi fýra árini

Í morgun klokkan 10 fóru ABC-flokkarnir undir realitetssamráðingar. Sunnukvøldið og allan mánadagin hava flokkarnir tingast, bæði innanhýsis og sínámillum. ABC-floksformenninir og serliga Jørgen Niclasen vístu mánakvøldið á, at snávingarsteinar framvegis eru, áðrenn eitt undirskrivað samgonguskjal kann fyriliggja, men nú verður ein roynd so gjørd millum Javnaðarflokkin, Fólkaflokkin og Sambandsflokkin.


Sigursharrar í kuldanum

Roknað í framgongd og afturgongd vann andstøðan valið leygardagin. Tjóðveldi fekk flestar tingsessir, átta í tali, og fór 1,6 prosent fram. Hinir andstøðuflokkarnir høvdu eisini framgongd. Miðflokkurin fór 3,2 prosent fram og hækkaði sítt tingmannatal úr tveimum í tríggjar, og Sjálvstýrisflokkurin fór 2,6 prosent fram og fór úr einum upp í tveir tinglimir. Andstøðan hevði við øðrum orðum ein samlaðan vøkstur uppá 7,4 prosent, meðan teir tríggir samgonguflokkarnir samanlagt fóru 5,6 prosent aftur (munurin kemst av Tí Stuttliga Flokkinum, sum ikki stillaði upp aftur).

Men nógv bendir á, at vinnarin Høgni Hoydal endar á síðulinjuni í fýra ár afturat. Tí hóast størstu fólksligu undirtøkuna, so tykist hann ikki hava somu undirtøku í politisku skipanini.

Síðani hann kom á ting við einum braki í 1998 við 1358 persónligum atkvøðum og gjørdist varaløgmaður í nýggjari fullveldissamgongu, hevur Høgni stabiliserað seg um atkvøðuslúk nummar eitt seinastu tíggju árini. Á løgtingsvalinum í 2002 fekk hann 1351 atkvøður, í 2004 fekk hann 1421 atkvøður, og leygardagin hálaði hann 1261 atkvøður í land.

Men kongurin hevur einki kongaríki átt síðani 2004, og nógv bendir á, at Tjóðveldi endar aftur á síðulinjuni komandi fýra árini, meðan tann breiða ABC-samgongan heldur fram at stjórna Føroyum.


ABC undir realitetssamráðingar

Í morgun klokkan 10 fóru ABC-flokkarnir so undir realitetssamráðingar. Á Gamla Apoteki í gjárkvøldið søgdu allir tríggir formenninir seg hava góðar vónir fyri einum framhaldandi samstarvi, men samstundis vísa serliga Jørgen Niclasen og Kaj Leo Johannesen á, at fleiri snávingarsteinar eru á leiðini fram ímóti einum undirskrivaðum samgonguskjali.

Fólkafloksformaðurin nevndi m.a. fiskivinnupolitikkin, ríkisrættarliga spurningin og ES sum tey stórmál, sum flokkarnir mugu fáa eina semju um, og hetta verður nú stóra avbjóðingin hjá Jóannesi Eidesgaard at fáa avtalur í lag um.

Um 16 tíðina í gjár segði Jóannes Eidesgaard úti í Tinganesi, at viðurskiftini millum Føroyar og Danmark høvdu fylt rættiliga fittan part av tí, sum flokkarnir higartil hava tosað saman um, meðan sambandsformaðurin Kaj Leo Johannesen nevndi støðu Føroya yvir fyri ES sum eitt av høvuðsmálunum.

Við hesum útsagnum hava vit eina hóming av, hvørji mál vera á dagsskránni komandi dagarnar í fundarhølunum á Gamla Apoteki, í Tinganesi og í løgtinginum, har samráðingarnar hava verið í dag.


Handan leiktjøldini

Hetta er tann parturin av gongdini, sum fjølmiðlarnir fáa innlit í. Stóri spurningurin er so, hvat hendir handan leiktjøldini.

Ónevndar keldur søgdu í gjárkvøldið, at ABC-samgongan als ikki er so nær eini semju, sum løgmaður í fjølmiðlunum vil vera við, og at talan í ein mun er um “spæl fyri gallarínum”. Í øllum førum vita vit, at ABC-samráðingarnar bert er ein partur av tí, sum fer fram á Gamla Apoteki og umvegis fartelefonirnar í hesum døgum, og Tjóðveldi hevur sjálvsagt verið í samband við hinar flokkarnar við tilboðum, sum kunnu seta kílar í ABC-samstarvið.

Men tað einasta, vit fjølmiðlafólk í løtuni hava at fyrihalda okkum til, er, at ABC-flokkarnir í morgun klokkan 10 fóru í gongd við realitetssamráðingar í løgtingshúsinum. Og tí er framvegis mest sannlíkt, at Javnaðarflokkurin, Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin halda fram í samgongu komandi fýra árini.