Fyri viku síðani útgav Konni Kass nýggju útgávuna Diplopia, ið er onnur útgávan hjá føroyska sangaranum, saksofonleikaranum og sangskrivaranum.
Konsertferðin í Danmark fer at bjóða upp á tónleik frá nýggju útgávuni, og við sær á pallinum hevur hon tónleikarnarnar Torleik Mortensen á bassi, Knút Háberg Eysturstein á tangentum og Per Ingvald Højgaard Petersen á trummum.
Konni Kass hevur m.a. spælt á Roskilde Festival, Iceland Airwaves, Reeperbahn Festival, by:Larm, Spot Festival og Eurosonic og verið á konsertferðum í Týsklandi og Danmark.
Útheimurin byrjar at fáa eyguni upp fyri magisku røddini hjá Jasmin, og í komandi viku byrjar teirra tónleikaferð við Konni Kass í Danmark.
Í fleiri ár hevur Jasmin prógvað síni evnir á føroyska tónleikapallinum. Vit kenna tey frá útgávum sum t.d. Baby Blue, Any Other Night og Signals. Tey hava m.a. eisini spælt á G!Festivalinum, Uhørt Festivalinum (DK) og Sørveiv Festivalinum (NO). Danska songkvinnan Stephanie Meincke hitar upp.
Konsertirnar eru:
30/08/2021 - Café Støj - Århus
31/08/2021 - Kulturværftet - Helsingør
01/09/2021 - Engelsholm - Bredsten
03/09/2021 - Templet - Lyngby
04/09/2021 - Harders - Svendborg
05/09/2021 - Lille Vega - København