Toganin móti vindi, streymi og aldudragi myndaðu teir, ið sótu á hesum bekkum, so løtan hetta kvøldið kveikti so mangt í huga tínum. Monika Staus Joensen og vinkonan, Helene Ringgenberg, róðu upp undir løtuna í yndisligum spæli. Hetta var ein annar róður og aðrir tónar enn gomul sálmaløg, sum stumm sótu á bekki og lýddu á.
Lítið vistu útróðrarmenninir, ið mangan móðir og troyttir slitu upp land og settu bátin á lunn ella í lunnbót, at Bach og Mozart fóru at kína hesi gomlu bátaborð.
Løtan var góð. Tann løtan, ið er góð, er ikki ring. Her var kórlistamaðurin, Willi Gohl, komin at vitja og Ólavur Hátún, so spelkin sum ein lomvigi, var eisini við á hesi fagnaðarstund. Teir hava í fýrati ár kent hvønn annan, og er mong kyldin farin um tónlistastráini hesi ár, so vit kunnu eisini siga, at stundin var ein skygging av farnum døgum í tónlist og sigsøguligum anda. Willi Gohl greiddi frá Moniku, tá ið hon í sínum ungu árum lærdi violinspæl á tónlistaskúlanum í Winthertur, ið liggur einar 20 minnutir frá Zürich, sum er heimstaðurin hjá Moniku. Á hesum skúla var Willy Gohl rektari. Hann helt hetta vera sera hugvekjandi, at hon skuldi búseta seg so fjart frá heimlandi sínum, men hugflogið um list - um tónlist og myndlist, eigur eisini at røkka útjaðarin, og tí var tað rætt gjørt, at Monika setti seg niður í Leirvík.
Ólavur nart við tað samarbeiðið, sum hevði verið millum Willi Gohl og hann tey seinastu fýrati árini. Ja, eg má siga.. tey byggja land, ið liva? og hava nógvar mennandi løtur verið á hesum klettum saman við Willy Gohl, sum Ólavur hevur tikið stig til, og vit onnur hava notið gott av. Hugsið tykkum til! Í øðrum samfeløgum á stødd við okkara, er kanska bert ein pylsuvognur at finna, tá ið komið verður at tí samfelagsligu- mentanar - tinnuni, men her á landi, hava vit eina livandi mentan, sum øllum stendur í boði at vera við í. Vit kundu tikið fullveldið í morgin, um so var! Eingin ivi um tað! Her er eingin bági!!!
Sigast kann, at vit hava loyst úr lagdi og gjørt okkum vís um okkara mentan. Soleiðis eigur tað at vera. Tað eigur at gera okkum eymmjúk, tí einki kemur av sær sjálvum. Tað skal vilji og vælvild til frá øllum pørtum til at fremja verkið, og tað má gerast í tign og anda, sum Willi Gohl og Ólavur hava sýnt. Kórlistamaðurin Willy Gohl átti at fingið ein ella aðra heiðursgávu frá landi og fólki. Hann er eingin ársungi longur, og speglið lýgur ikki. Hetta hevur hann sanniliga uppiborið.
Hugsi, at Willy Gohl er sjeyti sjey ára gamal, og kann hann líta aftur um bak á ríkt tónleikalív. Hann hevur eina inniliga, menniskjansliga, litfagra hugsan og uppfatan av kórsangi. Hann nam júst við hetta, at eftir 2. veraldar bardaga lá Evropa í knúsi, og tí skuldi kórsangurin vera við til at sjóða fólk saman aftur. Hesum hevur hann sanniliga verið við til at menna t. d. í Europa Cantat, sum er kórstevna fyri amatør kór í Evropa. Hugvekjandi hevur verið at tosa við mannin, tí hann er vitandi. Hann hevur givið vanligum kórsangurum, kórleiðarum íblástur og lyft kórsangin á upp á eitt støði, har orð og andi í sangi setti halkoytur í óminnilgar dagar saman við hesum elskuliga menniskja Hesum taka nógvir føroyskir kórsangarar undir við og aðrir við víða um.
Yndisligu tónarnir úr spælinum hjá Moniku lótu sum føgur kvørkveggjuljóð úr strongi og úr violinbulinum. Monika er so blýðmælt og yndislig. Glómurnar glógvaðu, tá ið hon flytti bogan eftir violinstreingjunum, og cembalotónarnir frá Helene Ringgenberg flirraðu úr cembalokroppinum av tí garvaða J. S. Bach, sum tú ongantíð verður troyttur av. Hetta var í Leirvík í eini útróðrarbygd, sum sagt í fleiri hundrað ár hevur verið merkt av Brockmanslestrum, Kingoløgum og øðrum sálmasangi. Litfagri Bach, tann leikandi lætti Telemann og tann sálarkveikjandi Mozart var partur av hesi fagnaðarløtu. Ímillum bátar og myndir av Sámal Toftanes fór leikur fram. Her varð fongur drigin av skapandi grunni, sum er ogn okkara - tónlistin, málningalistin og sigsøgan. Hetta var bara soleiðis eitt sunnukvøld í Turkihúsinum í Leirvík sunnukvøldið 22. sept. 2002.