Flaggdagin 25. apríl kl.19.00 hava ljómliðini Norðljómur, Eiðis Ljómfeleg og Atlantsljómur konsert í bygdahúsinum í Hósvík. Tá verður møguligt at hoyra Norðljóm spæla føroysk løg eftir Atla K. Petersen og løg hjá Elvis Presley og Poul Anka. Siðvenja er, at Norðljómur spælur “Oh. Susanna” orsakað av at leiðarin hjá Musikkskúlanum eitur Súsanna, og afturfyri lovar hon áhoyrararnum eina góðan drekkamunn, siga fyrireikararnir.
Atlantsljómur
er samansett av lærararnum í Norðljómið: Súsonnu Joensen. floytu, Christinu Andersen, fagott, og Odduri Hentze á klarinett. Súsanna Joensen hevur vunnið sær tónlistanám í Noreg og fer Atlantsljómur at spæla verk hjá norðmanninum Trygve Madsen, sum er íblástur frá “Eine kleine nacht musik” hjá Mozart.
Eiðis Ljómfelag
fer at spæla kend, løtt løg, og eitt eksotiskt japanskt verk, “Sakura”, sum merkir bæði yndisligt og sorgblítt.Tey kendu løgini verða Abba-løgini Dancing Quuen,
Mamma Mia, Andante, Winner take’s it all og so lagið For once in my life hjá Stevie Wonder
Kendi trompetleikararin Ólavur Olsen, sum gerandis starvast hjá Norðljómið, og eisini er venjari hjá Eiðis Ljómfelag, fer at spæla tað so vældámdu gittar soloina hjá Gary Moore í lagnum “Still got the blues for you”, hesaferð á euphoninum, sum hann eisini er snillingur á.
Flaggdagin stjórnar Oddur Hentze Norðljómið og Eiðis Ljómfelag.