Konsert: luttakarar frá Tónleikakapping Berlingske

Konsert við teimum 8 føroysku musikkskúlanæmingunum, sum í ár luttóku á Tónleikakapping Berlingske, verður hósdagin 7. juni kl. 19 í Norðurlandahúsinum.

Konsert við teimum 8 føroysku musikkskúlanæmingunum, sum í ár luttóku á Tónleikakapping Berlingske, verður hósdagin 7. juni kl. 19 í Norðurlandahúsinum.

 


Á konsertini handar Toke Lund Christiansen, høvuðsdómari í kappingini, premiur til luttakararnar.
Tónleikakapping Berlingske var hildin á fyrsta sinni í 1972. Kappingin hevur altjóða viðurkenning og støði er høgt. Kappingin hevur tvinni endamál, har námsfrøðiliga sjónarhornið spælur týðandi leiklut umframt vanliga kappingarelementið. Kappingin er skipað við premium, har gullmedalja og talentprísur er hægsti heiður

 


Í meir enn 20 ár hava luttakarar úr Føroyum tikið lut. Yvirhøvur hava føroyingar klára seg væl, og tvær ferðir hava føroyingar fingið gullmedalju og talentprís. Hesir vóru Dávur Juul Magnussen, trombone og Rúni Hentze, trompet.

 


Kappingin er í dag blivin so stór, at upptøkuroynd verður hildin frammanundan. 100 musikkskúlanæmingar kappaðust hesaferð, og 8 føroyingar sluppu við. Sum nakað nýtt, so valdi Augustinusgrunnurin at stuðla føroyska ferðaliðnum í ár, og hevur váttað at gera tað sama komandi tvey árini. Hetta sum viðurkenning av støðugu luttøkuni og góðu úrslitunum, sum føroysku luttakararnir hava víst hesi árini.

 


Luttakararnir í ár vóru:

 


Jens Andrias Dam, kontrabass
Anna Birna Bjarnastein Restorff, violin
Kristianna Skarpheðinnsdóttir Joensen , akkordeon
Hannes Gotfred Dam, guitar
Nancy Nónskarð Dam, violin
Sigrið Finsdóttir Hansen, kontrabass
Jóanna Ridao Wang, violin
Vár Lindenskov Iversen, cello


Og hesi fara á konsertini framføra somu stykkir, ið tey høvdu við til kappingina.