Tiltak
Í kvøld, hóskvøldið, verður konsert og hugnaløta í Mentanarhúsinum í Fuglafirði.
Nýggja flyglið í Mentanarhúsinum sigst at vera einastandandi, og hóskvøldið sleppur tað aftur rættiliga at standa sína roynd.
Konsertfelagið hevur nevniliga boðið danska klaverprofessaranum, John Damgaard, at royna seg við teir svørtu og hvítu tangentarnar.
- John Damgaard fer á eina ferð við teimum, sum koma at lurta, inn í vakrasta tónleikin, ið skrivaður er fyri klaver. Talan er um fimm av teimum kendu Impromptus eftir eysturríkska tónaskaldið, Franz Schubert. Eisini fer hann at framføra russiskan tónleik eftir Mussorgsky, sigur Konsertfelagið.
Klaverprofessarin fer eisini at greiða eitt sindur frá um tónleikin, hann spælir.
Víðakendur
John Damgaard er víðakendur sum klaverleikari og hevur ferðast um allan knøttin við sínum klaverkynstri. Eisini eru hansara evni sum lærari høgt í metum, og hevur hann alt upp mangar úrmælingar í starvi sínum sum professari á Kongaliga Tónlistarskúlanum í Århus.
Umframt tónleikin í Mentanarhúsinum, verður eisini eitt myndlistarligt íkast til hesa mentanarløtu.
Tað verður Petur Martin Petersen, sum fer at hugleiða um listamálaran, Jóannes Kristiansen. Eisini verða málningar hjá honum at síggja í Mentanarhúsinum.
Í steðginum verður kaffi og køkur.
Tað er Konsertfelagið, sum saman við dyggum stuðlum úr Fuglafirði, skipar fyri konsertini og hugnaløtuni.
Atgongumerki fáast til keyps við dyrnar fyri konsertina.