Konsert í skúlanum við Ósánna

Komandi týskvøld kl. 19.30 hava 17 Sangarar konsert í Ósáskúlanum, har tey fara at syngja føroyskar og norðurlendskar fosturlandssangir, nakað av andaligum sangum og okkurt klassiskt.
Eisini verða klassisk stykki og lættari tónleikur framførd á violin og klaver við Moniku Stauss Joensen og Helgu Hilmarsdóttir Gerðalíð.
Í samband við at kórið var á konsertferð í Sveits í seinasta mánað, har væl vitjaðar konsertir vórðu hildnar bæði í suður- og norðursveits, er eisini ætlanin at vísa nakrar myndir frá ferðini.
Kórleiðari verður sum vanligt Jógvan við Keldu, meðan Pætur við Keldu hevur klaverfylgispælið.
Tað eru í ár liðin 10 ár síðani 17 Sangarar vórðu settir á stovn.