Konsert í Trongisvági

Suðuroyar Musikkskúli skipar fyri einum samanspælstiltakið fríggadag og leygardag 17. og 18. november. Tað verða limir úr Norðljómi og Látipípuni ið koma suður at venja saman við Suðurættini og framføra eina konsert

Konsertin verður leygardagin kl. 15.30 á skúlanum í Trongisvági har fleiri áhugaverd verk verða spæld, m.a. eitt Japanskt lag ið nevnist "Sakura" og løg úr sangleikinum "Les Miserables" og løg frá ST stovnuninum UNICEF.

Lærarar á tiltakinum verða Christina Andersen, Otniel Nygaard og Oddur Hentze