Konsert verður í Losjuni í Gøtu sunnudagin Í kvøld og Sunnudagin 9. nov verða tvær forvitnisligar konsertir við Benjamin Petersen við bólki og gestasolosti.
Gestasolisturin verður heimskendi saxofonisturin, Villu Veski úr Estlandi.
Villu Veski bleiv kosin ?Best jazz artist 08? í Estonian Music Awards, og er eisini maðurin aftanfyrið størsta jazzfestivalin í Evropa, sum nevnist ?Muhu?.
Eins og Kristian Blak hevur Villu lagt nógva orku í at samansjóða evropeiskar tónleikarar, og hevur við hesum megnað at fingið eitt sermerkt norðurlendskt ljóð.
Reinsaríðið í Tórsgøtu verður karmur um fyrstu konsertina í kvøld kl.21.
Her kemur Yggdrasil at byrja, og síðani verður tað Benjamin Petersen við bólki og gestasolisti.
Næsta konsertin verður í Losjuni í Gøtu. Hendan konsertin verður sunnudagin 9. nov kl.20 og tá verður bert talan um eina konsert við Benjamin Petersen.
Umframt Benjamin Petersen á guitar vera nakrir av Føroya bestu tónleikarum við honum á pallinum í kvøld. Brandur Jacobsen, trummur, Mikael Blak, bass, Gunnar Guttesen, klaver, Ólavur Olsen, trompet og sjálvandi Villu Veski á saxofon.