KaSahópurinn varð stovnaður í 2001, og hevur hann síðan tá regluliga havt konsertir bæði í Íslandi og aðrastaðnis, millum annað í Japan.
Tað eru íslendskar kvinnur, ið mannað bólkin hesaferð. Kvinnurnar, ið eru við, eru hesar: Nína Margrét Grímsdóttir, ið spælir klaver, Sif M. Tulinius og Helga Þórarinsdóttir, báðar á violin, Áshildur Haraldsdóttir, ið spælir á floytu og Bryndis Björgvinsdóttir á cello.
Og so verður Eivør sjálvsagt við sum sangrøddin í hópinum.
Konsertin verður einans framførd einaferð, og avmarkað atgongd er. Atgongumerki fáast til keyps í Norðurlandahúsinum, og á Kunningarstovunum í Runavík og Havn.
Konsertin verður leygardagin 19. februar kl. 17.00.