Konsert við nýútbúnum tónaskaldi

Í kvøld framførir Aldubáran próvtøkukonsertina hjá Trondi Bogasyni, sum júst hevur lokið prógv sum tónaskald á Kongaliga Danska Musikkonservatoriinum Hann hevur havt ein fingur við í spælinum hjá so ymsum tónleikararum sum Teiti Lassen, MC Hár og Guðrið Hansdóttir.

 

Seinni gekk leiðin á Kongaliga Danska Musikkonervatorie, har Tróndur Bogason herfyri fekk endaligt prógv sum tónaskald við verkinum »Bábel«

 

Sjálvur lýsir Tróndur Bogason verkið sum eitt slag av installatión við tónum

- Tað serliga er, at fleiri bólkar spæla í senn í fleiri rúmum, har tey spæla hvør sítt individuella stykki bæði í senn og viðhvørt hava tey steðgir. Meiningin er, at áhoyrarin sjálvur ger av, hvar hann stendur ella um hann gongur runt millum bólkarnar, sigur Tróndur Bogason í drúgvari samrøðu við Kinnu Poulsen í Sosialinum í dag.

 

Hann leggur afturat, at heitið á verkinum »Bábel« sipar til, at verkini eru sera ymisk og tala hvørt við sínari tungu, har tvey heilt týðiliga sera ymisk tónleikamál verða sett upp móti hvørjum øðrum.

 

Hóast upprunaliga hugskotið við verkinum er tað sama, hevur tónaskaldið broytt framørsluna í kvøld eitt sindur.

 

- Tónleikur snýr seg um ein máta at fata. Men tað er ymiskt, hvussu vit eru fyri, og tað er kanska ikki altíð, vit uppliva júst ?klikkið?, og tá er tað umráðandi, at fólk allíkavæl fáa nakað burturúr mínari konsert. Hetta er ein grund til, at eg havi broytt tann fyrsta partin av konsertini, sigur Tróndur Bogason við Sosialin

 

Verkið verður framført av Aldubáruni á Summartónum í Listaskálanum í kvøld klokkan 20