Undirtøkan fyri at stuðla kokkinum við Múrin, sum er um at fara á húsagang, er so stór, at Chef Aid nú hevur stovnað eina konto, har fólk kunnu flyta pening beinleiðis inn á. Føroyingar hava givið tiltakinum Chef Aid stóran ans. Øll tykjast vera á einum máli um, at tað ikki kann vera rætt, at ein privatur vinnurekandi skal fara á húsagang, tí Festivalurin við Múrin fekk gjaldføristrupulleikar.
Og nú hava fyrireikararnir av tiltakinum Chef Aid gjørt enn ein møguleika hjá fólki at stuðla kokkinum. Ein konto er nevniliga stovnað í Føroya Banka, har fólk kunnu flyta peningaligan stuðul. Kontonummarið er 6460 1818726.
Konto´in hevur tó einki at gera við søluna av atgongumerkjum. Tey fara at kosta í minsta lagið 200 kr., og tey, ið vilja lata meiri, eru vælkomin at gera tað.
Dyrnar í Reinsarínum lata upp kl 17 sunnudagin, og fyrsta navnið fer á pall umleið kl. 17.15.
Skráin sær soleiðis út:
1 Martin Joensen
2 Hallur Joensen
3 FAROE5
4 MC Hár
5 The Ghost
6 Boys In A Band
7 Guðrið
8 Ladyfire
9 200
10 SIC
Allur peningurin, sum kemur inn á Chef Aid, fer óskerdur til kokkin við Múrin, sum er komin í álvarsamar fíggjarligar trupulleikar, eftir at hann ikki fekk pening fyri allan tann matin, hann borðeiddi backstage við Múrin.
Við hesi stuðulskonsertini vilja tónleikararnir siga ?manga takk?