Konsertfyriskiparafelagið hevur skipað seg

Tíðindaskriv: 

Fólk, sum fáast við at skipa fyri konsertum í Føroyum, hava stovnað eitt felag, sum skal arbeiða fyri teirra áhugamálum og tala teirra søk. Farið var í gongd við at stovna felagið fyri umleið tveimum árum síðani, tá ið fleiri av teimum, ið regluliga skipa fyri konsertum, hittust á fundi við tí endamáli at stovna eitt felag fyri konsertfyriskiparar.

Nakrir fundir hava verið áleiðis til stovnandi aðalfundur varð hildin hin 3. apríl í ár. Tá vórðu Tóta Árnadóttir frá Gulu smiðju, Jón Tyril frá Mentanarhúsinum í Fuglafirði og Sølvi Simonarson frá Listastovuni vald í nevndina. Harafturat vórðu Kristian Blak og Njál Reinert Petersen valdir sum tiltakslimir. 

Á fyrsta nevndarfundi skipaði nevndin seg við Tótu Árnadóttir sum forkvinnu, Jón Tyril sum næstformanni og kassameistara og Sølva Simonarson sum skrivara. Heitt varð á nevndina um at endurskoða og einfalda endamálsorðing og viðtøkur fyri felagið. 

Uppskot við dagførdum viðtøkum varð lagt fram og samtykt á eykaaðalfundi hin 17. apríl.

 

Fakta:

Felagið er skipað sum eitt áhugafelag og eitur Konsertfyriskiparafelagið. Tað hevur sum endamál at “virka sum umboð fyri føroyskar konsertfyriskiparar, tala teirra søk og virka fyri endamálum teirra.”

Øll sum skipa fyri konsertum og taka undir við endamáli felagsins, kunnu eftir at hava goldið limagjald, gerast limir í felagnum. Áhugaði kunnu venda sær til felagið á: [email protected]

Konsertfyriskiparafelagið er limur í Tónleikasambandi Føroya.