Konsertir á Ovastevnu!

Ovastevnan, sum verður um vikuskiftið, bjóðar nakrar av best umtóktu føroysku bólkunum í løtuni. Fríggjakvøldið 15. august spæla Ineptus, The Ghost og Boys in a Band í stóra teltinum, og leygarkvøldið 16. spæla Eyðun og Terji saman við sera dugnaligum tónleikarum.

 

Umframt hetta hevur Ovastevnan nógv annað spennandi at bjóða.

Millum annað verður ein fótbóltsdystur millum kendar føroyskar tónleikarar, har teir, ið eru yvir 30, dystast ímóti teimum yngri. Tað skal eisini nevnast, at Sjúrður Skaale verður speakari til dystin, og at Føroya besti dómari Petur Reinert kemur at døma dystin.