Konsertir til summargestir hvønn gerandisdag

Gleðiligt er at boða frá, at vit í ár aftur skipa fyri summarkonsertum í TUTLhandlinum á Káta Horninum í Havn, boðar Tutl frá. Dagurin í dag er byrjanin uppá konsertrøðina. Konsertirnar verða hvønn gerandisdag kl.16 frá mánadegnum 14.juni til og við 13.august og tá okkurt serligt er á vási, so sum Ólavsøka, langir leygardagar v.m.

Í alt verða tað eini 60-70 konsertir hesar tveir mánaðarnar.

 

Tað var í fjør, at vit royndi okkum á fyrsta sinni við summarkonsertunum. Tá høvdu vit konsertir allan juli mánaða.

Sera jaligu royndirnar frá í fjør, hava givið okkum íblástur og grundarlag til at skipa fyri einari longri konsertrøð í ár, boðar Tutl frá í tíðindaskrivi.

Umframt ókeypis konsertirnar, hava vit lagt nógv størri fokus á ferðafólk og hava lagt eina strategi, sum skal verða við til, at fáa føroyskan tónleik enn meira út til summargestirnir. Okkara mál er at selja 22.000 fløgur til ferðafólk og 28.000 fløgur til útisetar, frættist frá Tutl.

 

Skráin fyri summarkonsertirnar liggur á www.tutl.com og verður almannakunngjørd viku fyri viku.

Vit fegnast um. at føroysku tónleikarnir vit hava verið í samband við higartil, eru áhugaðir at spæla, sjálvt um samsýningin er symbolsk. Teir tónleikarar ið eru áhugaðir at spæla, kunnu venda sær til okkum, siga tey í Tutl.

 

Skráin vika 24:

Mán.14.6 Kvonn (folk)

Týs.15.6 Jens Marni Hansen (rock/pop)

Mik,16.6 Yggdrasil (world)

Hós.17.6 Tjant(jazz)

Frí.18.6 Jákup Lind Dam (Sing/song)