Tey seinastu árini hevur verið óvanliga lítið orðaskifti um búskapin og um hvørja búskaparpolitiska kós, ið vit eiga at halda. Hvør orsøkin er kunnu vit bert gita um, men tað kann hugsast, at henda annars so týðandi síðan av samfelagsorðaskiftinum er druknað í fullveldisorðadráttinum. Men nú er hesin orðadráttur mestsum tagnaður, og tað tykist sum teir størstu flokkarnir nærkast hvørjum øðrum í hesum spurningi og vilja halda eina meira realistiska kós.
Eitt búskaparpolitiskt orðaskifti er neyðugt fyri samfelagið og tí er tað mikið spell, at so lítið hoyrist til eitt nú politisku flokkarnar. Men nú tykist tað sum eitt búskaparpolitiskt orðaskifti so smátt er við at taka seg upp. Framstandandi politikkarar í samgonguni eru farnir undir at markera nýggj og áhugaverd sjónarmið í hesum høpi. Lagt verður út við óvanliga klárum meldingum um, at nú er tíðin komin at tátta í búskaparliga. Hetta sjónarmið verður grundgivið við, at ein strammur búskaparpolitikkur er neyðugur til tess at komast kann fram til republikkina. Í hesum sambandi verður víst til tað, sum hendi í fíggjarnevndini fyir jól. Tað, sum liggur aftan fyri er sjálvsagt tann nýggi veruleikin við tí nógv minkaða blokkinum.
Víst eru hesi sjónarmið nýggj og víst eru tey áhugaverd. Tey eru nýggj tí, at tað so klárt verður meldað út við sera konservativum búskaparligum sjónarmiðum. Og tey eru áhugaverd, tí at hesi sjónarmið vísa, at nú tykist at vera samanfall í búskaparpolitiskum sjónarmiðum millum partar av Tjóðveldisflokkinum og Fólkaflokkinum. Tíðin vil vísa, um hetta røkkur víðari. Útmeldingin kemur ikki frá fíggjarmálaráðharranum, men frá einum limi Tjóðveldisflokksins í fíggjarnevndini. Henda útmelding er ikki minst áhugaverd við tað, at hon kemur frá politikara, ið er kendur fyri víðgongd vinstravend sjónarmið. Men her er so vent í holuni og semja tykist nú vera millum báðar teir stóru samgonguflokkarnar í fíggjarnevndini um at táttast skal hart í búskaparliga. Hetta er áhugavert ikki minst í einum ári við sáttmálasamráðingum á arbeiðsmarknaðinum. Nú verður áhugavert at hoyra, hvat restin av Tjóðveldisflokkinum og ikki minst hvat andstøðan meldar út.