##med2##
Markið fyri fríum aborti í Danmark skal niður í 15 ár, so gentur úr 15 ára aldri og upp til 18 ikki longur skulu hava foreldrini við í tilgongdina.
Tað siga fleiri fakfólk við Kristeligt Dagblad.
Og framsøgumaðurin hjá Konservativa flokkinum, Per Larsen, er samdur.
– Mín hugsan er, at vit hava ein seksuellan lágaldur upp á 15 ár, og tað hevur eisini við sær, at tú kanst gerast við barn.
– Og tey 15 ára gomlu hava jú eisini møguleika til fyribyrging – p-bollar og annað – og tí haldi eg, at tað er so sólarklárt, at tey eisini skulu kunnu taka ein abort, um tær ikki ynskja at gerast við barn, sigur hann.
Verður ein genta yvir 15 ár og undir 18 ár við barn, krevur ein abortur samtykki foreldranna.
Í nøkrum førum kann abortsamráðið tó loyva aborti uttan um foreldrini hjá gentuni.
Í 2021 viðgjørdu abortráðini 30 umsóknir um loyvi til abort uttan foreldrasamtykki, vísir frágreiðing frá Abortankenævent sambært Kristeligt Dagblad.
Av teimum 30 vóru tríggjar umsóknir havnaðar.
Sambært Per Larsen kann tað hava stórar avleiðingar fyri ein tannáringagentu, sum ikki ynskir at gerast við barn, um hon verður tvingað at fullføra barnsburðin ella at deila eitt óynskt barn við foreldrini.
– Vit vita jú, at tað í nøkrum samanhangum kann vera ein stórur trupulleiki fyri tær gentur, sum gerast við barn, og tað haldi eg, vit skulu hyggja uppá, sigur hann.
Fólkatingið hevur sambært Kristeligt Dagblad tvær ferðir áður viðgjørt eitt lógaruppskot um at lækka markið fyri fríum aborti til 15 ár.
Markið er tó ikki broytt, síðani Danmark sum eitt tað fyrsta landið setti í gildi lóg um frían abort í 1973.
Etiska Ráðið hevur boðað frá, at tað seinni í ár kemur við eini dagførdari orðing um donsku abortreglarnar.
Roknað verður við, at ráðið fer at meta, um danska markið upp á 12 vikur fyri frían abort skal broytast. Fleiri fakfólk hava grundgivið fyri, at markið eigur at vera millum 18 og 22 vikur, sum tað er í øðrum londum.
Hoyrið samrøðuna við Per Larsen við at trýsta á pílin undir myndini.
/ritzau/