Konservera málningar á Listasavninum

Komið á Listasavn Føroya hóskvøldið 1. juni at hita upp til Mentanarnáttina 2023 við einum áhugaverdum og serstøkum tiltaki.

 

Listasavn Føroya bjóðar inn til eitt heldur øðrvísi – men ikki minst – forkunnugt tiltak, har tveir konservatorar við sergrein í konservering av málningum, greiða frá arbeiði sínum.

Teir tveir konservatorarnir, Ioana Rosca Tind og Åsa Tempelman, úr Kunstkonserveringen í Danmark, hava seinastu vikurnar arbeitt við verkum hjá Listasavni Føroya. 

Á tiltakinum 1. juni fara tær báðar at vísa myndir av arbeiðsgongdini, áðrenn og aftaná-myndir og vísa, hvussu tær arbeiða í verki við virðismiklum og viðkvomnum listaverkum. Tær hava millum annað konserverað málningar eftir Ruth Smith, Ingálv av Reyni og Sámal Joensen-Mikines.

Framløgan byrjar kl. 17 og vara 40 minuttir. Framløgan er á donskum og svenskum. 

– Komið á Listasavn Føroya hóskvøldið 1. juni at hita upp til Mentanarnáttina 2023 við einum áhugaverdum og serstøkum tiltaki. Kafe list hevur eisini opið, skrivar Listasavn Føroya. 

Fríggjadagin 2. juni er Mentanarnátt í Havn, og Listasavn Føroya bjóðar inn til familjurundvísing og ókeypis atgongd allan dagin frá kl. 11 – 18.

##med2##

 

Skráin er hendan:

Ókeypis atgongd og familjurundvísing á Listasavni Føroya 2. juni kl. 11-18. 

Ókeypis atgongd er henda dagin. Eisini bjóða vit eina ókeypis familjurundvísing í serframsýningini “Myndir í trúnni” (á uml. 30 min.)

Børn og vaksin eru vælkomin at seta seg við barnaborðini at tekna og nýta sítt hugflog ella royna nýggju uppgávuheftini. 

Opið er frá kl. 11 til 18, ókeypis atgongd.

Vit bjóða 25 % í avsláttri á øllum plakatum og postkortum henda dagin.

Kafe List hevur opið har ríkur møguleiki er fyri at keypa sær okkurt leskiligt til góman. 

Les meira á heimasíðu okkara www.art.fo.

Vælkomin á Mentanarnátt á Listasavni Føroya!