Sá júst í sjónvarpinum brot úr filminum, sum Kringvarpið hevur gjørt um Jóannes Eidesgaard og Høgna Hoydal. Høgni situr afturá og sjálvsrannsakar seg sjálvan og síni evnir at handfara konfliktir. Hetta var startskotið til hesi orð:
Hurðalásið
Lásamálið í Tinganesi verður ikki gloymt. Kemur at stenda eftir í søgubókunum sum symbol upp á samskiftið millum Høgna og Jóannes í hesi samgonguni.
Flestu okkara hava lagt hesa søguna aftur um okkum og tíma ikki at brúka meiri krút upp á hana. Pressan og politikkarar halda, at meiri eigur at vindast úr hesi hending og geila upp til kanningar, og Høgni Hoydal – ja hann gevst ikki. Hansara sjálvsrættvísishugur og treiskni er ikki so at knógva. Hann vil prógva, at hann hevði rætt og varð órættvíst og ólógliga viðfarin og fær advokatar í sving. Jóannes Eidesgaard roynir at ganga so stillisliga sum gjørligt um hinar hurðarnar og leggja lok á, tað hann hevur gjørt. Hann bæði leyp framav og ikki.
Í mínari verð er tað so óendaliga líkamikið nú, hvør hevði rætt til hasa skrivstovuna. Hetta er ikki ein rættarsak, men politikkur. Men sjálvandi við at fokusera upp á hurðina, so verður ikki komið inn tey undirliggjandi viðurskiftini í samskiftinum millum Jóannes og Høgna.
Undirliggjandi áhugamál og jura
Tey flestu munnu vita, at henda ósemja ikki snýr seg um skrivstovuna í Tinganesi. Ikki óvanligt, at annað býr undir tí, sum sýnist at vera konfliktin. Duga vit ikki at tosa saman, tá ósemjur eru, gerst størri pláss fyri (ill)gitingum og konfliktin broytist. Hon bæði flytir seg, veksur og smalkar og kann útkrystallisera seg í einum klandri um eina skrivstovu.
Óvanligt er ikki at venda sær til løgfrøðing við óloystum ósemjum – sum eina roynd um ikki annað so at fáa rættin á sína síðu, tá ikki slepst aðrar vegir. Altso at skera ósemjuna til, so hon passar inn í ein løgfrøðisligan karm. Fokus verður tá flutt frá undirliggjandi áhugamálum, sum ofta hava ein avgerandi týdning til loysn av ósemjum, til juridisk krøv, og løgfrøðingurin fer við luppi undir at kanna reglur og skjøl, tulka og leita eftir feilum. Í juridiskum trætum er ikki nógv rúmd fyri rímiligheitum og kenslum. Her snýr seg um eitt juridiskt fokus uppá fortíðina, eitt fokus sum skjótt kann skaða framtíðar samstarv og samskifti.
Tú kann fáa rætt juridiskt, men kortini ikki kenna tað sum, at rættvísi hevur sigrað, tí tú kennir teg ikki hoyrdan, respekteraðan, væl viðfarnan, hevur tørv á uppreisn, umbering v.m. Rættvísi er ikki bert knýtt at juraini. Millum annað tí hugsi eg, at tað er fátaksligt hjá Høgna at hefta seg so í, hvør bar seg rætt ella skeivt at við hasum hurðalásinum.
Sjálvt um eitt juridiskt responsum skuldi staðfest, at løgmaður handlaði útfrá skeivum juridiskum grundarlagi, tá hann helt seg hava ræðið á hurðini og brúkti hesa til at statuera eitt eksempul, ja so kemur hurðahendingin framhaldandi at standa sum symbol um (vánaliga) samskifti millum Jóannes og Høgna. Skrivstovan sum er ikki problemið í málinum, og eg havi ilt við at síggja hvør siðurin er í at veitra við einum juridiskum responsum í hesum máli. Tað er meiri pínligt enn nakað – fyri báðar partar. Einasta tað kann brúkast til, er at fáar greiðar reglur á økinum framyvir.
Á sjónvarpsskíggjanum
Høgni trýnur fram á sjónvarpsskerminum týðuliga skelkaður, tí Jóannes hevur givið honum sparkið við teirri grundgeving, at hann hevur brotið seg inn á eina hurð. Høgni setur sjálvur orð á tað, sum nógv hugsa: at samstarva er ikki størsta dygdin hjá Høgna. Hetta er ivaleyst eisini myndin Jóannes ynskir ella veit, at fólk fáa burturúr hesi hending.
Jóannes roynir so, aftaná soleiðis at hava skotið við skørpum, at hevja seg upp um hurðamálið við at siga, at hetta bara er dropin, men at málið grundleggjandi snýr seg um tørvandi álit á Høgna. Høgni er knocked out! Hetta er politiskt maktspæl, so tað baskar. Hesuferð sluppu vit at síggja ein part av tí – men bara toppin á ísfjallinum.
Høgni blívir hangandi í hurðalásinum, og kemur ongantíð inn á kjarnina, nevniliga manglandi álitið, sum Jóannes tvíheldur um er trupuleikin í málinum. Høgni bjóðar ikki løgmanni av um hesa ákæruna, og er tað væl skiljandi, nú hann longu liggur niðri. Vit fáa tí onki at vita um, hvørt Høgni hevur kent nakað til tørvandi álit, um hetta er fyrstu ferð hann hoyrir orðini, um hann hevði álit á løgmanni ella ikki. Teir tosa í hvør sína ætt – men hvørgin teirra vil út við, hvar skógvurin trýstir ella kanska hevur trýst fleiri ferðir – og kanska í longri tíð.
Álit og maktnýtsla
Tú kann hava álit á einum persóni í summum viðurskiftum og ikki í øðrum. Álit kann vera knýtt at persónum, men tað kann eisini vera knýtt at avtalum og gerðum.Tú kann uppbyggja álit og bróta niður álit. Men eitt ávíst álit krevst á teimum økjum, tú ynskir at samstarva um. Álit er hinvegin viðbrekið, og er tað fyrsta, sum stendur fyri skotum í truplum samráðingum. Er fyrsta offrið. Álitiskenslan skal tí røkjast, tí fýkur hon, so gera aðrar mekanismur um seg. Maktin stingur tá sítt ikki altíð vakra andlit fram, altíð til reiðar! - og í Tinganesi situr løgmaður við maktini og trumfinum. Tað veit hann, og tað eigur Høgni eisini at vita.
Høgni stríðist enn við at rættvísgera seg sjálvan og koyrir víðari í juridiska sporinum. Hetta er eftir míni bestu sannføring ein blindgøta. Fyri meg er meira áhugavert at fáa at vita, um báðir partar høvdu mist álitið á hvør øðrum, og hvat teir gjørdu fyri at bøta um hetta. Hví álitið feyk, og um tað kom sum ein bumba frá klárum himni á Høgna, at Jóannes ikki hevði álit á honum. Hevur Høgni feiltulkað Jóannes og samskifti teirra ella er tað Jóannes sum pellar og nýtir eitt upplagt høvi (man hann tykjast at halda) at spæla makttrumfin út. Vit vita tað ikki.
Tað má sigast at vera lætt sloppið hjá stjórnarleiðara at brúka tørvandi álit sum grundgeving fyri at slíta stjórnarsamstarv, og so avmarka seg til at vísa til eitt hurðalás og dropar, sum fáa bikarið at flóta yvir. Hann er heppin at ongin setir nærri spurningar, og at Høgni hevur fokus eina heilt aðrastaðni – kanska við vilja. Við vitan um, at álit er nakað, sum kemur og fer og letur seg reparera, so var hóskiligt við fleiri grundgevingum, t.d. um hvørjar konkretu hendingarnar vóru, sum órógvaðu samstarvið og elvdu til misálitið – sum ikki kundi reparerast! Tað hevði hóast alt verið ein meiri virðiligur endi.
Politiska myrkaspælið
Politikkarar kunnu tykjast so upptiknir av sínum egna myrkaspælið, at teir spenna bein fyri sær sjálvum, tá teir halda, at teir tæna teirra søk best at lata almenningin vita minst møguligt um teirra skuggaspæl. Tað tykir mær at vera støðan í hesum máli – annars høvdu vit ivaleyst fingið meiri at vita. Og tað er galdandi fyri bæði Jóannes og Høgna.
20-09-2008