Kontainari koppaður: Løgreglan stongt Kaldbaksvegin

Stormur er aftur nú, og ein kontainari er farin á flog frá bygningi á Sandvíkajalla. 

 

Tað merkir, at júst nú stendur ein kontainari óstúttur og kann fara oman á Kaldbaksvegin nær sum helst. 

 

Sløkkiliðsfólk eru á staðnum og royna at tryggja kontainaran, men hann er fullur í byggitilfari og tí er uppgávan torfør. 

 

Løgreglan hevur tí stongt Kaldbakdsvegin, frá Sandvíkarhjalla til Sund. 

 

In.fo fylgir málinum. 

 

Myndina hevur ein lesari hjá info sent okkum fyri løtu síðani.