Løgreglan sigur í kvøld, at júst nú er ein glotti, men annars eru fráboðanir komnar inn at kalla allan dagin í dag, tó vakthavandi á løgreglustøðini sigur, at eingin vandi hevur verið á ferð. Um 23.00 fríggjakvøldið varð løgreglan fráboðað um eina presending, sum fleyg millum fleiri hús í Leirvík. Óttast varð fyri, at hon kundi gera skaða, og tí varð sløkkiliðið boðsent at tryggja støðuna.
Klokkan 22.00 fríggjakvøldið loysnaði eitt vegskeltið á Hálsi og óttast varð fyri, at tað kundi skræða seg heilt leyst og gera skaða. Tí varð neyðugt at tryggja tað eisini. Somuleiðis hendi um 19.00 mundið tað sama í Leirvík, tá ið eitt skeltið við vegin koppaði og byrjaði at flúgva runt í bygdini.
Um klokkan 19.00 varð eitt vindeyga sogið úr í Effo støðini í Skálabotni. Vindeyga fór alt sum tað var úr, og sløkkiliðið í kommununi varð boðsent. Nærhendis havnardal fór ein takpláta leys og feyk runt í vindinum. Tað sama hendi á Glasi, har boðað varð frá, at okkurt leyst fleyg runt á økinum, og óttast varð fyri, at tað kundi gera skaða. Tí fór sløkkiliðið eisini út at tryggja tað. Úr Fuglafirði varð boðað frá leysum takplátum um 18.00. Tá høvdu fráboðararnir sjálvir verið úti og tryggja støðuna. Tað lættir nógv um, sigur vakthavandi á løgreglustøðini í Havn.
Á Oyrabakka fór ein kontainari á flog um 17.00 tíðina, og um sama mundið loysnaði ein takpláta í Kollfjarðartunnlinum, sum sløkkiliðið eisini mátti tryggjað. Tað sama varð gjørt í Klaksvík, tá ið takplátur rivið seg leysar um 17.00 og vandi varð fyri, at tær kundu gera skaða.