Kontantstuðulin komin fyri at verða

­ Foreldrafelagið starir seg blint uppá, at børn skulu vaksa upp í barnagarði. Vit eiga at arbeiða fram ímóti, at foreldur fáa eitt tilboð um kontantstuðul, til børnini eru tvey ár og so tryggja teimum eitt barnagarðspláss aftaná, sigur Katrin Dahl.

- Býráðið ger eitt stórt arbeiði at útvega ansingarpláss. Útbyggingarnar av verandi barnagørðum umframt Býlingshúsið Inni á Gøtu tryggja meiri enn 100 nýggj ansingarpláss í ár. Harumframt verður arbeitt av øllum alvi at fáa forskúlarnar í gongd, so vónandi tá ið skúlaárið byrjar næsta ár fer ein heilur árgangur úr út barnagørðunum og tað fer at hjálpa øgiliga væl uppá tørvin á ansingarplássum. At forskúlabørnini eisini skulu ansast eftir skúlatíð er ein trupulleiki vit eisini skulu loysa, áðrenn tann tíð kemur. Eg rokni við, at 1. august næsta ár eru vit komin ógvuliga væl áleiðis við at loysa trupulleikarnar á ansingarøkinum í kommununi, sigur Katrin Dahl, býráðslimur og limur í sosialu nevnd.

- Vit hava altíð tosað um alternativar loysnir og einasta alternativa loysnin, sum hevur verið frammi er, at man bjóðar fólki pengar fyri at hava børnini heima eina tíð. Tað er ógvuliga tíðliga at koyra børn í vøggustovu sum seks mánaðir gomul. Fleiri vøggustovur vilja ikki taka børn inn fyrr enn tey eru 9-10 mánaðir, nógvir trupulleikar koma, børnini eru nógv sjúk og foreldrini mugu vera nógv burturi frá arbeiði. Tí er tað ein góð hjálp at stuðla foreldrum at verða heima í upp til eitt ár, sigur Katrin Dahl.

- Kontantstuðulin er ein gongd leið um vit koma har til, at vit fáa sett forskúlar í gongd og annars nøkta tørvin á barnagarðsøkinum. So kundu vit kanska bjóða foreldrum kontantstuðul í tvey ár og aftaná tryggja teimum eitt pláss á ansingarstovni. Tað skal vera eitt val hjá foreldrunum, antin fáa tit kontantstuðul fyri at hava børnini heima ella fáa tit eitt dagrøktartilboð, og aftaná tvey ár fáa tit tryggjað eitt barnagarðspláss, sigur Katrin Dahl.


Til tey við tungum arbeiði

Felagið hjá foreldrum at smábørnum í Havn sigur í viðmerking til málið, at pengarnir kunnu brúkast øðrvísi, pengarnir til kontantgjaldið fara út og síggjast ikki aftur.

­ Roknistykkið hjá teimum hongur als ikki saman. Tey siga, at vit kunnu byggja ein barnagarð fyri pengarnar, men tey hugsa als ikki um raksturin, sum er tann dýrari parturin. Foreldrafelagið starir seg blint uppá at byggja og byggja. Stovnarnir skulu eisini rekast. At hava eitt barn á stovni kostar kommununi 35%, foreldrunum 30% og landinum 35%. Kontantgjaldið er minni enn tað kostar kommununi at hava eitt barn í barnagarði. Stuðulin ger tað eisini møguligt hjá foreldrum at taka eldri børn heim eina tíð, sigur Katrin Dahl.

Ikki øll foreldur hava møguleikan at longja barnsburðarfarloyvið.

­ Ikki øll, nei, men tær flestu mammurnar, sum arbeiða á flakavirki, sum heimahjálp og sum hava annað tungt arbeiði hava møguleikan. Hví skulu tær fáu, sum ikki kunnu longja farloyvið, forða teimum, sum fáa longt loyvið. Hetta er ætlað teimum mammum, sum hava tey strævnu arbeiðini og sum hava brúk fyri at vera heima longri enn teir fyrstu seks mánaðirnar, sigur Katrin Dahl.

Er skipanin ætlað at fáa mammurnar av arbeiðsmarknaðinum?

­ Ein mamma er ein mamma. Vit eiga børnini, vit geva teimum bróst og hava eina ábyrgd fyri børnunum. Um pápin vil vera heima, so kann hann tað, men hann kann ikki geva tí bróst. Allar heilsusystrar mæla mammum til at geva børnum bróst so leingi til ber fyri at fyribyrgja ovurviðkvæmi. Foreldrafelagið gloymir, at vit eiga og hava eina ábyrgd fyri okkara børnum. Tey stara seg blind uppá, at teirra børn skulu vaksa upp í einum barnagarði. Onnur foreldur, ið ikki eru limur í nøkrum felag og sum ikki rópa upp, ynskja at vera heima hjá teirra børnum, sigur Katrin Dahl.


Ongar treytir

Foreldrafelagið finnist at, at ongar treytir verða settar foreldrunum, sum fáa kontantgjald.

 

­ Ongar treytir verða settar foreldrum, sum koyra børnini í barnagarð, at tey skulu hava arbeiði, so hví skulu vit øðrum foreldrum slíkar treytir. Tað hevði verið trupult og kostnaðarmikið at havt eftirlit við, um fólk arbeiða ella ikki. Nógv børn fáa frípláss, um inntøkan hjá foreldrunum er lág, men skulu vit so seta spurnartekin við, um tey foreldrini arbeiða svart fyri at fáa frípláss. Vit kunnu ikki pilka bara hetta økið burtur úr og siga, at kontantstuðulin er ein hjálp til svart arbeiði.

Er kontantgjaldið komið fyri at vera?

- Tað vil eg vóna. Men kontantgjaldið skal vera eitt tilboð, sum foreldur kunnu søkja um. Vit eiga at arbeiða fram ímóti, at foreldur fáa kontantstuðul til børnini eru tvey ár og so tryggja teimum eitt pláss aftaná, sigur Katrin Dahl at enda.