Konubrot vil fegin manna línubát

Terja Jensen úr Havn passar nógvar hattar. Hóast hon bert er 18 ára gomul, hevur hon yrkt yvir 400 yrkingar, er í holtur við at skriva eina danska bók um berðbaksríðing, ið Gyldendal umhugsar at útgeva, og hennara størsta ynski er at sleppa aftur til skips, har hon hevur verið bæði við trolara og línubáti. Í framtíðini vil hon gerast antin bóndi, skipari ella maksinmaður

Nú línubátarnir í Føroyum skríggja eftir fólki, vil 18 ára gamla Terja Jensen úr Havn fegin hjálpa. Hon søkjur í hesum døgum eftir kjansi við báti, og hon er ikki bangin fyri at manna ein línubát.
-Tað havi eg roynt. Eg var ein túr við West Freezer. Og hóast tað var hart, og eg fekk ein ryggskaða, so eri eg heilt vís í, at mín ryggur í dag er nógv sterkari, og at eg hevði megnað tað, sigur Terja Jensen.
Henni dámdi væl lívið umborð. Hon passaði egningarmaskinurnar, og tá ið ryggurin fór, so hjálpti hon kokkinum. Hóast hon sjálv heldur, at tað var gott um hon var eitt sindur hægri, soleiðis at hon betur kundi passa maskinurnar, so metir hon avgjørt, at tað er pláss fyri kvinnum umborð á línubátum.
-Eg veit væl, at tað finnast fáar kvinnur í Føroyum, ið eru við línubátum. Eg kenni so onga. Men í Noregi eru fleiri, so eg dugi ikki at síggja nakað skeivt í, at kvinnur fara at sigla við línubátum, sigur Terja Jensen.
Hóast fiskimenninir hildu tað verða heldur løgi, at ein kvinna vildi fiska við línubátum, so var tað skjótt at teir góðtóku hana.
-Teir vóru bæði blíðir og tíðir, og teir vóru sera hjálpsamir. Hóast teir hugdu eitt sindur løgi at mær í fyrstani, so hevði eg ongantíð nakrar trupulleikar av teimum, sigur Terja Jensen.

Hugurin til sjógvin altíð verið har
Tá ið Terja gekk í fólkaskúlanum og skuldi í starvsroynd, fór hon ikki sum hinar genturnar í klassanum til hárfríðkanarstovur, barnagarðar ella til sjúkrasystrarnar. Nei, Terja visti beinanvegin, at tað var út á sjógvin hon skuldi. Og valdi hon tískil at fara í starvsroynd á Tróndur í Gøtu. Har dámdi henni so væl, at fekk hon kjans umborð har í dag, leyp hon avstað. Serliga var tað maskinrúmið í skipinum, ið hugtók hana.
-Mær hevur altíð dámt væl at róta við maskinum. Eg havi mangan tonkt upp á, at lært til bilmekanikara ella maksinsmið. Men eftir at eg slapp at róta í maksinunum umborð á Tróndur í Gøtu, havi eg næstan avgjørt at fara at læra til maskinmeistara. Eg ætli mær at royna at søkja inn á skúlan í summar, sigur Terja, ið hevur roynt seg í fiskivinnuskúlanum í Vestmanna.
Hóast túrarnir Terja hevur verið til skips onkutíð hava verið heldur ilsligir, so hevur hon ongantíð verið bangin fyri at siglt, og sjóverkurin er ein last, ið Terja ongantíð hevur kent til.
-Eg minnist serliga ein túr, har tað hava verið umleið 25 metrar um sekundið. Brotsjógvarnir stóðu upp um skipið, og tað var ikki so lætt at standa á beinunum. Hóast alt var eitt sindur ógvusligt, so ræddi hetta meg ikki. Og sjóverkin, hann havi eg bara einaferð kent. Tíanbetur, sigur Terja.

Møguliga útgivin av Gyldendal
Lívið umborð dámdi Terju væl. Hon helt avgjørt ikki, at lívið var einsligt. Heldur nýtti hon friðin til sítt størsta frítíðarvirksemi, ið er at skriva.
-Eg skrivaði eitt nú nógvar yrkingar umborð. Um eg telji allar saman, so munnu tær vera einar 400 í tali eftirhondini. Og eg yrki um alt millum himmal og jørð, sigur Terja.
I løtuni starvast Terja hjá Oyvindur Lutzen bónda, har hon millum annað passar gæs, ross og neyt. Eisini hevur hon ross, sum stendur í stallunum hjá Føroya Ríðingarfelag. Her brúkar hon nógva tíð. Og dámar henni náttúru-og bóndalívið so væl, at hon eisini hevur umhugsað at gerast bóndi.
-Nú fáa vit at síggja, hvat eg fari at gera. Eg havi sum sagt søkt inn á maskinmeistaraskúlan, men eg havi eisini tonkt upp á at gjørst skipari ella bóndi, sigur Terja.
Tað sum tó upptekur nógv av frítíðini hjá Terju í løtuni er, at hon er farin í holtur við at skriva eina bók á donskum. Bókin snýr seg um evnið at ríða hest uttan saðil.
-Eg eri ikki liðug við bókina, men eg havi sent ymsum forløgum bókum. Eitt nú hevur danska Gyldendal víst bókin sera stóra áhuga, so tað verður spennandi at vita, hvat fer at henda við hesi bókini, sigur Terja Nielsen at enda.